Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Vónarinnar Gud

08.09.2017 - 09:59 - Ásbjørn Jacobsen

Andakt: Um Gud ikki var vónarinnar Gud, so var hann ikki Gud.

Vónin er Guds ævigu armar, rættir niður í eina fáfongda og syndiga verð.

Vón er ein møguleiki, har eingin møguleiki er.

Vón er eitt bjart ljós, ið lýsir inn í vónloysis bølamyrkur.

Vón er Guds opnu dyr fyri deyðadømd menniskju frá jarðarlívsins fangarúmi líka inn í Guds æviga frelsu.
Øll sonn vón kemur frá Gudi. Har, ið Gud ikki er, er eingin vón. Eingin menniskja kann liva uttan vón, men tann vónin, ið ikki hevur sína uppkomu frá Gudi, vil ein dagin verða til einkis. Tað er eitt vónsvik og ikki ein livandi vón. Men har, ið Gud er, er altíð vón.

Børn hansara eru vónarinnar børn. Í tí myrkastu nátt brennur altíð eitt ljós. Hann slættar eina gøtu, har eingin leið hómast.

Eitt Guds barn hevur altíð vón. Gud havi lov.

Hann er tað, sum navnið sigur: Vónarinnar Gud. Róm. 15,13.