Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Verðsins innheysting nærkast

02.09.2017 - 09:31 - Ásbjørn Jacobsen

Í Matt. 13,24-43 sigur Jesus líknilsið um hveitina og illgresið í akrinum. Ein maður hevði sáað gott sáð í akurin; men so kom fíggindin og sáaði illgresið. Tá ið húskallarnir sóu tað, søgdu teir við húsbóndan: “Vilt tú, at vit skulu fara at lúka tað burtur?” Men húsbóndin segði nei og helt á: “Latið bæði sløgini vaksa saman til heysta; og á heystadegi vil eg siga við akurskurðarmenninar: Heintið fyrst illgresið saman og bindið tað í bundi til at brenna (t.v.s. eitt heyst til dóms). Men berið hveitina inn í løðu mína (eitt heyst til frelsu).”
   
Her sigur Jesus okkum, at Heystið – t.v.s. ikki eitt heyst, tí tað hava verið mangar innheystingar og vekingar upp gjøgnum søguna hjá meinigheitini; men sjálvt Heystið við stóra H – kemur at enda. Tað stóra Heystið verður eitt tvífalt heyst – eitt heyst til frelsu og eitt til dóms.

Bíblian talar um lógina um sáð og heyst. Øll náttúran vitnar eisini um hesa lógina.
   
Bíblian sigur: “Villist ikki! Gud letur seg ikki spotta; tí at tað, sum maður sáar, tað skal hann eisini heysta. Tí at tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdi sínum heysta týning (dóm); men tann, sum sáar í andanum, skal av andanum heysta ævigt lív.” Gal. 6,7-8.
   
Einki av tí, ið sáað verður, hvørvur og verður burtur. Alt kemur aftur sum eitt heyst – annaðhvørt gott ella ilt.
   
Hugsa um øll tey Guds orðini, sum eru sádd í bygd og bý út um verðina, og allar bønir, sum bidnar eru fyri børnum, barnabørnum, ætt og vinum út um verðina. Hetta er eitt sáð, sum ikki er vorðið burtur, men sum skal koma aftur sum eitt heyst til frelsu fyri skarar.
   
Vit lesa um hetta tvífalda heystið í Opinberingini kap. 14,14-20. Fyrst lesa vit um heystið til frelsu í vers 14-17: “Og eg sá, og sí: Hvítt skýggj, og á skýinum sat ein, líkur menniskjusyni, og hann hevði gullkrúnu á høvdinum, og í hondini hvassan akurknív. Og annar eingil kom út úr templinum; hann rópaði við harðari rødd til hansara, sum á skýinum sat: “Ber út akurknív tín og sker; tí at tímin til at skera er komin, tí at akur jarðarinnar er staðin.”
   
Hetta er jarðarinnar heyst, heimsveking, innheystið av skarum til frelsu yvir allan heimin.
   
Bíblian lærir, at tað kemur eisini eitt heyst til dóms. Tí verða teir síðstu dagar eisini kallaðir “torførar tíðir”. Sama  tvífalda heystið er eisini at finna í profetiunum um “síðstu dagarnar” hjá Jóeli og Pæturi. (Jóel 3,1-5 og Áps. 2, 17-21)
   
Tey greiða frá, at á evstu døgum skal á jørðini vera “blóð, eldur og guvurok” – t.v.s. eitt heyst til dóms. Men samstundis, meðan hetta hendir “á evstu døgum”, so sigur Gud: “Tá skal eg úthella av anda mínum yvir alt hold” – “hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur.”
   
Øll skulu koma at kenna trýstið og ávirkanina av Heilaga Andanum á evstu døgum – og hvør tann, sum ákallar Jesu navn, skal verða frelstur.
   
 Matt. 13,38-39 sigur Jesus, at veltan, akurin, er verðin. Gev tær far um, at Jesus her ikki talar um eina staðbundna veking, tí hann sigur, at akurin er verðin. Hetta er tí eitt heimsumfatandi heyst.
   
Ongantíð áður í kirkjusøguni hevur tað verið eitt sovorðið heyst. Upp gjøgnum tíðirnar hava tær staðbundnu meinigheitirnar upplivað veking – men ongantíð áður hevur ein heimsumfatandi veking verið. Hon kemur ikki fyrr enn okkara tíð er um at enda, sigur Jesus.
                                                    
Effie Campbell umsetti.