Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Tað gav mátt tá tú helt saman hendur

13.02.2016 - 08:54 - Ásbjørn Jacobsen

Tað gav mátt tá tú helt saman hendur, hóast hondin var lítil og veik -
tá til alveldis Gud tú teim vendir, aldri neyðstadda barn Sítt Hann sveik.
Svar Hans ávegis er, einglar bera tær boð,Um tað drálar, tað fram tó skal ná.
Hetta játtar tær sannleikans trúfasti Gud: “Heit á Meg, og tú bjarging skalt fá!

Hendan yrkingin er stutt og løtt at minnast til. Hon er eisini góð at hava í huganum, tá ein heldur, at alt sær svart og vónleyst út.

Sum yrkingin sigur, so eru okkara hendur bæði smáar og veikar. Tað er sera avmarkað, hvat vit kunnu gera við teimum. Hinvegin sigur yrkingin víðari, at um vit venda hendurnar upp til Guðs í bøn, so skulu vit fáa svar.

Guð kann alt, hann veit alt og hann hjálpir. Ofta vænta vit, at tá vit biða til Guðs, so fáa vit tað, ið vit biða um, líkamikið hvat tað er, sum vit biða um. Fáa vit ikki tað, ið vit biða um, eru vit ofta missnøgd og halda, at Guð ikki hoyrdi bønina. Men Guð hoyrir allar okkara bønir, og hann gevur okkum altíð svar.

Summar tíðir er svarið ja, og aðrar tíðir er svarið nei. Men Guð gevur okkum altíð tað svarið, ið gagnar okkum best, sjálvt um tað til tíðir kann vera torført at skilja.

Tað kann samanlíknast við, tá ið eitt barn vil spæla við ein knív, so vilja foreldrini ikki geva barninum knívin. Barnið skilir ikki hví, tað ikki kann spæla við hendan knívin, sum tað ynskir sær, men foreldrini vita at tað er betur fyri barnið, at tað ikki fær knívin, tí tað kann skera seg av honum.

Tá ið barnið verður eldri og minnist aftur á hendingina við knívinum, so skilir tað, hví tað ikki slapp at spæla við knívin. Á sama hátt hava vit ofta hug at ilskast inn á Guð, av tí at hann ikki ger tað, sum vit biða um, men tá so ein tíð er fráliðin, og vit hyggja í bakspeglið, so skilja vit ofta hví Guð ikki svaraði bønunum á tann hátt vit vildu.

Tað er gott at vita at hann kennir okkum betri, enn vit sjálvi gera. Av tí sama veit hann eisini, hvat ið er best fyri okkum í longdini.

Lat okkum leggja tað, sum vit hava uppá hjarta fram fyri Guð í bøn, tí so hava vit gjørt tað, sum er í okkara makt, eftir tað skulu vit lata Guð svara bønini á sín hátt, tí sum sagt, hann veit hvat gagnar okkum best og hvat okkum tørvar.