Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Stuðla

19.02.2014 - 14:30 - Ásbjørn Jacobsen

Kristin.fo verður bert fíggjað við stuðli og gávum og onkur hendinga lýsing.

Tað ert tíðarkrevjandi at arbeiða við einum portali sum Kristin.fo. Hóast alt arbeiðið við Kristin.fo er sjálvboðið, so eru kortini útreiðslur sum skulu gjaldast.

Umframt boðandi greinar, tíðindi, kunngerðir v.m. senda vit SMS-andakt til fleiri enn 440 føroyingar innan- og uttanlands mánadag til fríggjadag. Eisini leggja vit bíbliuørindi á Facebook hvønn fyrrapart.

Vilt tú hjálpa okkum at halda áfram við hesum?

Tey, sum ynskja at stuðla Kristin.fo, kunnu lata nakrar krónur á konto í Norðoya Sparikassa 9865-416.630.7. Vinarliga, viðmerk á flytingina: Stuðul til Kristin.fo. Stóra tøkk!

Til ber eisini at stuðla við gjaldskorti umvegis PayPal. Trýst á knøttin "Doner" niðanfyri.


Tey, sum ynskja at tekna seg sum fastir stuðlar, kunnu stovna fastar flytingar í sínum peningastovni, á síni heimagreiðslu ella netbanka t.d. 25, 50, 100 ella 200 krónur um mánaðin.

Virkir og fyritøkur kunnu eisini stuðla og samstundis fáa eina lýsing á Kristin.fo. Skriva til aj@kristin.fo ella ring tlf. 597777, so kunnu vit tosa nærri um hvussu og hvat.

Til ber at lesa meira um Kristin.fo her.

Vit eru ógvuliga takksom fyri forbøn og ein og hvønn stuðul til arbeiðið!

Við bøn um Guds ríku signing.