Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara

24.08.2017 - 15:23 - Ásbjørn Jacobsen

Andakt: Til frælsis hevur Kristus fríað okkum. Standið tí fastir og latið teir ikki aftur fáa tykkum inn undir undir trældóms ok. Tit, sum vilja verða rættvísgjørdir við lóg, tit eru skildir frá Kristi, tit eru falnir úr náðini. Tí at av trúgv vænta vit í andanum rættferðar vón. Gal. 5,1 og 4-5.

Paulus skrivar hetta óivað í samband við ósemjur í onkrum av samkomunum hjá galatunum. Samanhangurin er um hvørt kristin skullu verða umskorin ella ikki, er ikki so relevantur fyri okkum í dag.

Men talan um munin millum Kristusfrælsi og lógartrældóm er líka so aktuel í dag sum í fornkirkjuni, og hon er so avgjørt relevant fyri okkum.

Allan vegin gjøgnum Bíbliuna lesa vit um sambandið millum Guð og menniskju. Hvussu Guð ferð eftir ferð á ymsan hátt ynskir at menniskju venda teirra hug til hansara. Vit lesa tað fyrstu ferð í frásøgnini um menniskjuni í Eden, har Guð sigur við Ádam, at hann ikki skal eta av kunnleikans træi. Um vit minnast søguna, so vita vit, at Ádam varð freistaður til at eta av trænum. Tað er ikki sjálv gerðin hjá Ádami sum var synd. Syndin var, at Ádam vendi sær burtur frá Guði.

Seinni gevur Guð jødafólkinum lógina. Eina lóg, sum var ómøgulig at halda út í odd og egg. Aftur her vildi Guð minna sítt fólk um, at ”eg eri her”, ikki at gloyma seg. Hjá Markusi 2,27 kunnu vit lesa, við Jesu egnu orðum, at hvíludagurin varð til fyri menniskjunnar skuld, ikki menniskjan fyri hvíludagsins skuld. Somuleiðis er við lógini, hon er til fyri menniskjunnar skuld – fyri at minna okkum um, at okkum nýtist Guð.

Hebr. 1,1: Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin.

Somuleiðis lesa vit allan vegin gjøgnum Bíbliuna um, hvussu Guð talar til menniskju, og biðjur tey um at koma aftur til sín. Profetarnir vórðu ikki sendir til at spáa um framtíðina. Fyrst og fremst skuldu teir áminna fólkið um, at tey skuldu venda sær burtur frá heiðinskapi og aftur til Guðs.

Til seinast hevur Guð talað til okkara gjøgnum sonin, Jesus Kristus, sum kom í heimin til at fullføra lógina. Hann søkir, ynskir og vil Guð fyri øll menniskju.
Í dag standa vit so í teirri støðu, at vit við trúnni kunnu verða ein partur av Kristi, og soleiðis søkja Guð. Tað sum vit ikki kunnu í okkum sjálvum, tað kunnu vit ígjøgnum Kristus.

Matt. 6,33: Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt.

Hans Erik Hansen