Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Savnsmynd.

Søgan aftan fyri ”Kyrkbåten” í Kalmar

30.01.2014 - 10:30 - Ásbjørn Jacobsen

So var aftur norðurlendsk bønarstevnuni í Havn 22.09. – 25.09.2011. Hesa ferð var hon í Filadelfia og Vesturkirkjuni. Á stevnuni greiddi Gudrun Svensson úr Kalmar í Svøríki frá søguni aftan fyri bønarbólkin ”Kyrkbåten”. Hon fekk ein sjón, Harrin skuldi geva henni 12 kvinnur, sum skuldu samlast í heimi hennara til bøn. Gud hevur eina ætlan við okkum, og henda ætlan er nágreinilig heilt niður í smálutir.

Eg sá eina mynd av einum kirkjubáti, sum fyrr í tíðini førdi fólk aftur og fram í kirkju. Tólv fólk sótu í bátinum, og tey høvdu tvær árar í part. Hesar árar umboða lovsong og tilbiðan.

Harrin gav mær nøvnini á kvinnunum. Tær komu allar úr ymsum kirkjum og samkomum. Eg fekk navnið á einari konu í senn, og so, tá ið eg spurdi hana, um hon vildi vera við í einum bønarbólki, svaraði hon, at Harrin hevði longu verið har frammanundan og tosað við hana um hetta. So mín áheitan var bara ein staðfesting av, at vit gingu í Guds vilja.

Í fyrstuni hugsaði eg, at hetta fer ongantíð at ganga, tí maður mín var ikki trúgvandi um hesa tíðina. Hann fór heilt vist ikki at dáma at fáa 11 aðrar konur inn til okkara, og so skuldu tær eisini fáa kaffi. Men tá ið Gud setir nakað í verk, er gøtan greið, og maður mín bleiv frelstur gjøgnum alt hetta.

Jesus segði, at bønarbólkurin skuldi samlast eina ferð um vikuna, hvørt týskvøld. Eg sá tvær klokkur. Onnur vísti 7 og hin 9. Vit skuldu altso vera saman í tveir tímar. Gud segði eisini, hvar ið hvør skuldi sita við borðið. Konurnar, sum sótu við hvør sín borðenda, vístu seg at vera bønarkempur, og hetta er sjálvandi ein mynd uppá, at báturin skuldi javnviga, vera støðufastur og tryggur. Vit høvdu eisini ”kokk” og ”stýrmann” umborð.

Klokkurnar, sum eg sá, vóru býttar í partar upp á 20 min., og hvør partur hevði sín lit, lilla, grønur, reyður o.s.fr., sum kirkjulitirnir eru. Eg hevði hugsað mær, at vit bara skuldu biðja; men Harrin segði, at vit skuldu byrja við kaffi, tí tú tosar betur uppi yvir einum kaffikoppi, enn tá ið tú bara situr á einum stóli og hyggur upp á hinar.

Síðani skuldu vit syngja lovsang, biðja fyri Ísrael, býnum og hvørja aðrari. Vit bóðu eisini ímóti talarum, sum vilja spreiða sín vánaliga, siðspillandi og ónda boðskap út.

Vit bóðu nógv fyri býnum. Kalmar er ein søguligur býur. Her var Kalmarsamveldið sett á stovn millum kongaríkini Danmark, Noregi og Svøríki. Samveldið vardi frá 1397 – 1523. Vit átóku okkum allar syndir, sum forfedrarnir møguliga høvdu gjørt, tí her høvdu verið bardagar fyrr í tíðini, og so bóðu vit um fyrigeving fyri tað alt samalt. Vit gingu so eina ferð uttan um múrin og bóðu frá mánadegi til leygardag. Sunnudag gingu vit sjey ferðir uttan um múrin.

Tá ið Gud sigur nakað, so ræður um at vera lýðin og ikki finna upp á nakað sjálvur. Tað fingu vit eisini at sanna. Vit høvdu biðið tvær aðrar konur koma við okkum, tá ið vit gingu tær sjey ferðirnar uttan um múrin. Men tað, sum hendi, var, at tær báðar gjørdust sjúkar av hesari longu gonguferð. Vit skuldu ikki verið farnar út um okkara heimildir. Tær, sum ikki vóru frelstar, blivu sjúkar. Vit skulu liva eitt reint og heilagt lív.

Vit bóðu eisini fyri teimum ymsu samkomunum. Vit salvaðu durakarmin og handtakið. Vit bóðu eisini fyri grundøkinum og tí, sum kanska var farið fram har, áðrenn samkomuhúsið varð bygt.

Gudi dámar væl, at skil og rætt lag er á øllum, so vit spurdu Gud, hvussu leingi vit skuldu halda á við verkætlanini “Kyrkbåten”. Hann svaraði: “Í sjey ár!” Tey árini eru farin, so nú eru vit farin undir at spyrja hann, hvat ið hann vil, vit nú skulu gera.

Effi Campbell.