Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Pusluspælið

07.09.2017 - 10:29 - Ásbjørn Jacobsen

Vit vita øll, hvat eitt pusluspæl er. Tað er gjørt úr nógvum smáum pettum, sum skulu setast saman til eina heild. So sæst ein mynd. Hvørt petti hevur sítt fasta pláss og kann bara liggja har. Pettini líkjast nógv, so vit mugu royna okkum fram, hvar hesi ymsu pettini skulu liggja. Koma tey ikki á sítt rætta pláss, verður myndin skeiv.
    
Vit eru øll kallað til arbeiðarar í Guds víngarði. Summi fara út í heiðin lond, meðan onnur arbeiða her heima. Summi sáa orðið í skrift, onnur í talu, og upp aftur onnur eru við í onkrum kóri, har tey syngja út Jesu glaða boðskap.
    
Men tað eru nógv onnur størv í víngarðinum. Vit kunnu geva menniskjum kristnan lesnað, tá ið høvi býðst, eitt nú til gávur ella í sjómanspakkar. Vit kunnu vera við í einum hvørjum ungdómsarbeiði, til dømis í sunnudagsskúlanum. Um vit einki halda okkum duga har, so kunnu vit tó gera tað, at vit sita inni millum børnini, so at tey sita still.
    
Eitt hitt størsta starvið er bønarstarvið. Blív eitt biðjandi menniskja. Bið nógv. Ofra tíð uppá at biðja fyri tínum medmenniskjum. Kanska fyri onkrum, sum eingin annar biður fyri. Tað er kraft í bønini, og um tú heldur á, skalt tú síggja úrslitini.
    
Øll eiga at hava sítt starv í víngarðinum, sum pettini hava sítt pláss í puslispælinum, um myndin skal vera fullfíggjað. Bið Harran vísa tær tann teigin, har tú skalt arbeiða. So vil hann eisini signa arbeiði títt, hvussu lítið tað enn sær út í tínum egnu eygum.
                                            
E. Campbell.