Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Orðið og bønin

17.09.2014 - 21:48 - Ásbjørn Jacobsen

Bodding, trúboðari í Santalistan í Indialandi, hevur greitt frá, tá ið ein høvdingi vendi um til Guðs. Høvdingin var nívdur av nógvum heidnum ósiðum. Hann hevði eisini svorið, at hann ongantíð skuldi verða kristin.

Bodding hevði gjørt av, at hann skuldi ikki tala við høvdingan um Kristus, men kortini fekk trúboðarin hann at lesa Rómverjabrævið. Tó mest bað hann til Guðs fyri hesum høvdinga. Tá ið fýra mánaðir vóru farnir, ynskti høvdingin at fáa undirvísing í kristindómi, tí hann vildi verða doyptur. Einans orðið og bønin høvdu gjørt undurverk sítt í hjarta hansara.

Orð, sum borin eru av bøn, eru sum spreingievni, ið er kveikt av eldi. Tað birtir upp eitt bál, har tað kemur framat. Tað er mangan tørvur á hesum Andans neista bæði á kristiligum fundum, og tá ið guðstænasur verða hildnar. Hann saknast eisini mangan, tá ið tann einstaki lesur í Bíbliu síni. Men so hendir tað kanska, at onkur trúgvandi kennir órógv á sær, tí hin kristiligi fundurin er so deyður; og so fer hann at biðja til Guðs um Andans eld, ið brádliga lívgar bæði talara og áhoyrarar. Somuleiðis biður tú um Andans vegleiðing yvir orð Bíbliunnar, tá ið tey kennast turr og fátæk fyri tær. Og so hendir undrið.

Orðið uttan bøn er eins og trúgv uttan eld, sum sáðkorn í grýtutari jørð, sum læstar dyr uttan lykil. Møguleikarnir eru har. Alt er til reiðar, kanska sum ofrið á altari Eliasar á Karmelfjalli.

Lesur tú Bíbliuna undir bøn? Vitnar tú undir bøn? Biður tú fyri kristiligum fundum og guðstænastum? Tá skal tú eisini uppliva undrið – eld av himli.

Tá fell eldur Harrans niður og oyddi brenniofrið, brenniviðin, steinarnar, ja eisini vatnið í veitini turkaði hann upp. Men tá ið alt fólkið sá hetta, fullu tey fram eftir rommum og søgdu: «Harrin er Guð! Harrin er Guð!» 1. Kong. 18,38-39

Kom Halgi Andi til oss her,
Títt ljós, tín brand í bygdir ber,
Ger køldu hjørtu logaheit,
Og syndabundnum bjargan veit.


Hms. 182,4

Úr andaktsbókini "Kraft av nýggjum".