Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Navnið yvir øllum øðrum nøvnum

23.08.2017 - 15:31 - Ásbjørn Jacobsen

“Tann, ið skammast við meg og orð míni í hesi trúleysu og syndafullu slekt, av honum skal menniskjusonurin skammast, tá ið hann kemur í dýrd faðirs síns við heilagum einglum.” Mark. 8,38.

Hvussu man tað bera til, at tað í hjørtunum á menniskjum er smædni fyri Jesusi, at menniskju skammast at viðganga, at tey kenna heimsins Frelsara, at mannatungan ikki vil játta Jesu navn?
    
Satans tænarar játta treystliga og opið harra sín. Eiðir floyma sum ein fossur yvir varrar teirra, og navnið á djevlinum verður tikið uppaftur óteljandi ferðir døgnið runt. Tað er natúrligt, tað er, sum tað eigur, og kann harumframt vekja kæti millum annars atfinningarsamar áhoyrarar.
    
Teir lærdu skammast ikki at játta seg sum lærlingar hjá Platon ella Schopenhauer ella Nietsche ella onkrum øðrum víðagitnum heimspekingi. Tey kenna stoltleika og eru sera væl nøgd at vera lærlingur hjá viðkomandi. Men lat ein lærdan ella ólærdan møta Jesusi, og hann vil einastaðni djúpt inni í hjartanum kenna ráðaloysi og skomm yvir kennskapin, og tunga hansara skal meir enn eina ferð um dagin snáva um Jesus-navnið - og falla. Reystmannadirvið verður til ótta, flýggjan og feikheit móti Jesusi, og hin mest orðakringa tungan verður málleys við hugsanini um at játta hansara vælsignaða navn.
    
Men tey trúgvandi mugu viðganga, at hetta er eitt sjáldsamt og ótrúligt navn, hetta Jesu vælsignaða navn, og í hesum navni skal hvørt knæ boyggja seg, teirra, sum eru á himni, og teirra, sum eru á jørð, og teirra, sum eru undir jørðini (Fil. 2,10) - og um hetta sama navnið, skrivar ein, sum sjálvur var hin fyrsti, sum avnoktaði Jesus, og sum skammaðist at kennast við Jesus yvir fyri menniskjum. Hann skrivar soleiðis í Bíbliu okkara: “Um tit verða háðaðir fyri Krists navns skuld, tá eru tit sælir, tí at andi dýrdarinnar og andi Guds hvílir yvir tykkum.” (1. Pæt. 4,14)
                            
E. Campbell umsetti.