Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Mótsetningar møtast

31.08.2017 - 09:00 - Kelda: betania.fo

Vit, ið trúgva á Jesus, kenna nokk øll kensluna av, at vit til tíðir ikki kenna okkum verdug at vera Guds børn, tí vit fella í synd dag og dagliga, ferð eftir ferð. Vit kenna okkum so vánalig, og vit kenna tað sum, at einki gott býr í okkum yvirhøvur.

Men tú, sum hevur hesa kensluna, til tín talar Jesus, tá hann sigur: ”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu”. Matt 11, 28

Svenski prædikumaðurin Carl Olof Rosenius vísti á, at vit kristnu mangan kenna tað sum ein bardaga inni í okkum millum okkara gamla menniskja og okkara nýggja menniskja. Hvussu kunnu vit vera Guds børn, trúgva á Jesus og hansara kærleika til okkum, men samstundis dagliga gera beint ímóti hansara vilja?

Í okkum kristnu menniskjum møtast teir størstu mótsetningarnir:

– Tann størsta eyðmýkingin, tí vit eru dømdir syndarar – men tann størsta upphevjanin við tað, at vit kunnu kalla okkum Guds børn, við tað at vit eiga fyrigeving syndanna við Jesu Kristusar blóð.

– Tann størsta syndaneyðin – og tann størsta rættvísgeringin.

– Tað størsta fátækradømið – og tað størsta ríkidømið, tí vit eiga Himmalin sum arv.

– Tann størsti veikleikin – og tann størsta styrkin, tí Jesus er okkara styrki og borg.

Til tíðir eru vit vís í, at Jesus ikki kann elska okkum, tí vit eru so vánalig og syndug. Men vit skulu ikki ivast í, at tað bara er ein, sum fær okkum at hugsa soleiðis, og tað er djevulin.

Men tá djevulin kemur til okkum og sigur, at Jesus ikki elskar okkum longur, tá kunnu vit við frímóð svara honum:

“Ja, eg veit, at eg eri ein syndari. Ja, eg veit, at eg havi uppiborið deyða og pínslu, og hvat so? Tí eg veit um ein, sum fór ígjøgnum hetta fyri meg og tók mínar syndir á seg. Hansara navn er Jesus Kristus, sonur hins livandi Guds!”.

Bíblian sigur okkum, at vit eru Guðs børn. Bíblian sigur okkum, at tann, sum sær okkara synd og skomm best av øllum, nevniliga Gud, eisini elskar okkum mest av øllum.

”Síggið, hvussu miklan kærleika faðirin hevur sýnt okkum, at vit skulu verða kallað Guðs børn; og tað eru vit.”  1 Jóh 3, 1