Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Missiónsarbeiðið á Toftum 100 ár

13.09.2017 - 09:31 - Tíðindaskriv

Í samband við, at tað í ár eru 100 ár síðani, nakrar ungar kvinnur byrjaðu missiónsarbeiðið á Toftum, hevur samkoman í missiónshúsinum Tabor á Toftum valt at hátíðarhalda tað við ymiskum tiltøkum hetta árið.

Leygardagin 22. apríl var almenn móttøka, har høvi var at síggja eina framsýning av eldri og nýggjari myndum, sum lýstu missiónsarbeiðið á Toftum gjøgnum tíðina. Somuleiðis var eisini góður sangur at hoyra frá Tofta streingjakóri og Taborkórinum. Eisini var møguleiki at bera heilsanir fram og at heilsa upp á ung sum eldri.

Familjumøti
Sunnudagin 17. sept. kl. 17.00 verður skipað fyri einum spennandi familjumøti í missiónshúsinum, hvar ið klovnurin Bubu kemur at luttaka við frásøgum úr bíbliuni og at syngja fleiri av sínum kendu barnasangum. Eftir familjumøtið verða øll boðin til heita suppu.  

Vikuskiftismøti
Vikuskiftið 23. og 24. sept. verður skipað fyri vikuskiftismøtum. Leygarkvøldið 23. sept. kl. 19.00 verður møti við Tofta streingjakóri, sum í ár fyllir seksti ár.

Tað var í 1957, at Tofta streingjakór byrjaði at virka við til møtir, bæði á Toftum og runt um í Føroyum. Øll hesi árini hava, tey ið hava sungið við Tofta streingjakóri, uttan íhald, verið virkin við teirra sangi, vitnisburði og talu. Umframt góðan sang frá streingjakórinum, verða eisini tríggjar frásagnir á skránni frá luttakarum í kórinum.

Í samband við møtið er ynski um, at fleiri av teimum, sum ígjøgnum hesi seksti árini hava sungið við Tofta streingjakóri, skulu fáa møguleikan at syngja við kórinum aftur, eins og tey gjørdu, tá kórið fylti fimmti. Leiðslan í kórinum boðar frá, at kórluttakararnir møta í missiónshúsinum leygardagin 23. sept. kl. 17.30.
Eftir møti verða øll boðin til ein góðan drekkamunn.

Sunnudagin 24.sept. verða øll boðin til góðan náttverða kl. 17.00. Á møtinum, sum verður kl. 18.00, siga Ólavur Magnussen, Ingrid Hansen og Helena Hansen frá, hvønn týdning missiónsarbeiðið í samkomuni hevur havt fyri tey. Eisini luttekur Taborkórið á møtinum við teirra sangi.
Eftir møti verður ein drekkamuður at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi tiltøk.

Vinarliga
Stýrið fyri missiónshúsið Tabor á Toftum