Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Leguhúsið í Nesvík byggjast út

21.06.2013 - 10:00 - Kelda: Trúboðin

Útbyggingin er eitt hart tiltrongt tiltak. Verandi leguhús var, tá ið tað varð bygt, bara fyrsta byggistig av trimum. Hóast tann upprunaliga verkætlanin er slept, hevur altíð verið tørvur á betri karmum í Leguhúsinum, og ein útbygging hevur verið væntað.

Leguhúsið í Nesvík varð vígt í 1993, og hevur soleiðis 20 ár á baki í ár. Hóast húsið hevur verið og framvegis verður nógv brúkt til ymisk tiltøk og legur, hevur altíð verið tørvur á betri karmum, til dømis til møti og líknandi.
Tí hevur Høvuðsstýrið gjørt av, at nú er stundin tann rætta at byggja uppí. Í fjør varð sett ein bygginevnd, sum skuldi taka sær av uppíbygging, og henda bygginevnd er nú komin so langt, at fyrireikingararbeiðið til byggingina er komið undir land. Nýggja byggingin heldur seg inni á økinum, ið Heimamissiónin eigur, so neyðugt hevur ikki verið at keypt afturat. Øssur Kjølbro, aðalskrivari, sigur í einari viðmerking, at bygginevndin hevur arbeitt bæði skjótt og effektivt.
 
Nógv ymisk ynski
Í arbeiðinum við at fyrireika byggingina, hevur bygginevndin havt samband við teir ymisku brúkarabólkarnar. Nógv ymisk ynski eru til byggingina, og hóast hetta er ein stór byggiætlan, so er ikki møguligt at ganga øllum ynskjum á møti. Tí hevur verið neyðugt við raðfestingum.
Eitt stórt ynski, og ein stórur tørvur, er á eini høll, ið kann nýtast til møti og innandura virksemi annars. Hetta verður ein partur av byggingini, og tað kemur serliga at avlasta verandi matarsal, ið hevur verið brúktur til bæði matar- og møtisal. Umframt hetta verður eisini eitt felagsøki á 160 fermetrar og 12 hjúnakømur bygt uppí.
 
Nýggir møguleikar
Uppíbyggingin letur upp fyri nógvum nýggjum møguleikum. Eitt er, at umstøðurnar til tey ymisku tiltøkini verða betri. Høllin verður á stødd við eina stóra fimleikahøll, og kann soleiðis verða brúkt til bæði møti og innandura ítrótt. Tá ið høllin er fullsett, rúmast eini 500 fólk í henni. Eisini ger nýggi parturin tað møguligt at leiga húsið út í pørtum, soleiðis at til dømis høllin og felagshølið kunnu verða leigað út til til dømis møti ella ráðstevnur.
Av øðrum tiltøkum, ið kunnu hugsast í framtíðini, nevnir Øssur Kjølbro, at betri umstøður verða fyri hjúnalegum, og at fyritøkur kunnu leiga húsið til t.d. starvsfólkaskeið.
 
Hvør er prísurin?
Kostnaðarmetingin fyri byggiætlanina er góðar 20 milliónir krónur umframt meirvirðisgjald. TAKS hevur játtað at rinda MVG aftur samsvarandi lógini um byggingar til almannagagnlig endamál, og verða hetta einar fimm milliónir.
Av byggikostnaðinum eigur Heimamissiónin sum er 12,5 milliónir, og er hetta peningur, ið er settur av til útbygging av Leguhúsinum. Harumframt er tilsøgn um átta milliónir í láni frá BankNordik. Øssur sigur, at ætlanin er so vítt møguligt ikki at troyta lánimøguleikan.

Ætlanin er, at arbeiðstakari ger høllina og felagshølini liðug, og at kamarlonin verður innilokað. Miðað verður eftir, at restin av arbeiðinum verður gjørt við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Sjálvboðið arbeiði er nógv vert í pengum, og tað kann roknast við sum ein partur av fíggingini.
- Royndirnar vísa, at bygging skapar áhuga, og at verk hevur stuðul við sær. So vit vænta og vóna nógvar gávur og stuðul, vísir Øssur á.
Eftir at Heimamissiónin hevur havt hall í fleiri ár, er nærliggjandi at spyrja, hvussu uppíbyggingin ávirkar raksturin.
- Vit hava arbeitt í fleiri ár við at fáa ein sunnan rakstur, og vit meta, at raksturin er í einari góðari legu nú. Vit miðja eftir í størst møguligan mun at sleppa undan at læna. Sjálvandi, eftir uppíbyggingina verður húsið dýrari í rakstri, men leigumøguleikarnir verða hinvegin nógv fleiri, sigur Øssur.
 
Hvat hendir so nú?
Tað næsta, sum hendir við uppíbyggingini, er, at Høvuðsstýrið fyri Heimamissiónina og bygginevndin seta seg niður saman at tosa um útbjóðingina av byggingini og hvussu byggingin skal fara í gongd.
Ætlanin er, at uppíbyggingin skal vera liðug innan fimm ár.