Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Kunngerð um Kirkjuráðsvalið 2017

18.08.2017 - 14:09 - Ásbjørn Jacobsen

Boðað verður frá, at Kirkjuráðsval verður týsdagin 7. november 2017.

Valevnislistar
Valið fer fram sambært valevnislistum, ið skulu vera formanninum í valstýrinum í hendi í seinasta lagi kl. 22.00 mánadagin tann 25. september.

Í mesta lagi 9 fólk fleiri enn tey, ið veljast kunnu í kirkjuráðið, kunnu vera á valevnislistanum.

Valevnini skulu skriva undir listan. Ein valevnislisti skal í minsta lagi hava 3 í mesta lagi 25 stillarar. Valevnini verða stillað upp í  bókstavarøð.

Serligur listi yvir stillarar, har teir skilliga eru lýstir við navni, starvi og bústaði, skal vera lagdur hjá.

Valkort
Tá ið valevnislistarnir eru góðkendir og umleið 14 dagar undan valinum, fáa teir veljarar, sum eru førdir á vallista í kirkjusóknini, har val verður, valkort.

Kirkjufólk, ið ikki hava fingið valkortið sendandi 10 dagar undan valinum, eiga at fregnast, um onnur í somu kirkjusókn hava fingið valkortið. Tað hendir meira enn so, at kirkjufólk ikki standa skrásett sum limir hjá Fólkayvirlitinum. Fleir orsøkir kunnu vera til tess, t.d. bústaður uttanlands eitt skifti.

Blíðar kvøður
Jógvan Fríðriksson, biskupur