Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Kom inn í nærveru Guds!

03.09.2017 - 10:03 - Ásbjørn Jacobsen

“Tí at eygu Harrans reika um allan heimin til tess at magna (styrkja) tey, sum av heilum huga eru við honum (sum hava reint hjarta).” 2. Krýn. 16,9.

Tað er bara við reinum hondum og reinum hjarta vit kunnu fara upp á Harrans fjall. Og tað er bara her, á fjalli Harrans, at vit kunnu taka ímóti tí uppgávu og tí førleika og útbúnaði, sum Anda Guds leingist eftir at loysa niður yvir Kristi likam. Sí Sálmur 24,3-4.
        
Tíðin er komin at taka ímóti kallinum og fara til gongu uppeftir. Tað er ein innbjóðing at strekkja seg longur, so at vit kunnu síggja víðari og hoyra greiðari. (Opinberingina 4,1-5) Bara, tá ið vit koma longri upp. Gerast vit før fyri at síggja Guds ætlan við lívi okkara.
        
Rithøvundurin á Hebrearabrævinum minnir okkum á, at Gud er heilagur, og at vit skulu vera heilag sum hann. “Tí at Gud okkara er oyðandi eldur.” Hebr. 12,29. Alt, sum verður etið upp av Guds eldi, er slíkt, sum okkum ikki tørvar.
        
Í 5. Mós. 4,24 fáa vit eina harðliga ávaring um Guds oyðandi eld: “Tí at Harrin, Gud tín, er oyðandi eldur, vandlátur (sjalu, øvundsjúkur) Gud.” Guds øvundsjúka reisir seg fyri fólki hansara. Hann kallar okkum inn til sín sjálvan. Vit mugu gera okkum greitt, at Jesus Kristus vil ikki luta sína brúður við “hesum heimsins vegum”.

Paulus skrivar: “Tí eri eg vandin (sjalu) um tykkum við vandlæti (øvundsjúku) Guds; tí at eg havi trúlovað tykkum við einum manni, fyri at eg kundi leiða eina reina moyggj fram fyri Krist.” 2. Kor.11,2.
        
Boðskapurin er hesin: “Gevst við at ganga á heimsins óndu vegum og fevn um Kristi reinleika.” Hesin reinleiki verður loystur yvir øll tey, sum søkja Hann við øllum hjarta sínum. Sí Jeremia 29,12-13.
"SHALOM"

Effie Campbell umsetti.