Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Knut Alfsvåg í Fríðrikskirkjuni í vikuskiftinum

01.09.2017 - 10:13 - Kelda: Nes prestagjald

Bæði leygarkvøldið og sunnudagin verður í Fríðrikskirkjuni høvi at hoyra norska professaran í gudfrøði, Knut Alfsvåg.

Leygarkvøldið kl 19.30 hevur hann fyrilesturin: "Myndugleikin hjá bíbliuni sambært Luther."

Sunnudagin kl 11.00 prædikar hann undir gudstænastuni. Prædikuteksturin er Mark 7,31-37. Tað er um tá ið Jesus grøðir deyva og dumba mannin við orðinum "Effata!".

Sagt verður um Alfsvåg, hann megnar at gera fløkt viðurskifti greið, og er lættur at skilja.

Vælkomin øll!