Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Íslandstoymið hjá PODAS hevur møti kring landið

21.08.2017 - 08:18 - Ásbjørn Jacobsen

Í apríl í ár var Íslandstoymið hjá PODAS Ekklesias í 10 dagar á missiónsferð í Íslandi. Toymið fer nú at hava møti kring landið, har greitt verður frá ferðini og andligu støðuni í Íslandi.

Tað var frá 17. til 27. apríl, at Íslandstoymið var í Íslandi á missiónsferð. Tilsamans vóru 12 fólk í ferðalagnum. Hetta vóru PODAS-næmingar, ið hava gingið í PODAS í fýra ár. Harumframt vóru leiðarar og onkur tónleikari við.

Íslandstoymið fór yvir til Seydisfjarðar við Norrønu, og koyrdu so runt alt Ísland og hevði møti, andaktir, sangløtur og samrøður við fólk. Tey vitjaðu kirkjur og samkomur, ellisheim og hittu eisini føroyingar í Íslandi.

Tey í toyminum vóru sera glað fyri og upplívgað av Íslandsferðini. Tey hava sostatt nógv at fortelja og bera víðari til onnur.

Síðani tey komu heim, hava tey verið við til onkur møti kring landið. Nú eru aftur fleiri møti løgd til rættis, har toymið fer at greiða frá ferðini, støðuni í Íslandi, og har eggjað verður til mission og til at biðja fyri Íslandi.

Skráin fyri møtini, ið higartil er løgd til rættis er hendan:

Sunnudagin 27. august hevur toymið møti í KFUM&K í Klaksvík, sunnudagin 3. september í missiónshúsinum í Hvalvík, sunnudagin 10. september í Meinigheitshúsinum í Havn og sunnudagin 5. november í missiónshúsinum á Toftum. Øll møtini eru kl. 18.00.

Á øllum støðum verður savnað inn til PODAS.