Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Hvat ætlaði Luther? Hvat lærdi hann um dóp?

28.08.2017 - 08:58 - Ásbjørn Jacobsen

Hvat ætlaði Luther? Hvat lærdi hann um dóp? Hvønn leiklut hevði Bíblian í virki hansara?


Til at svara áðurnevndu spurningum fær fólkakirkjan vitjan av Lutherkøna Knut Alfsvåg. Í sambandi við 500 ára trúbótarhátíðarhaldið fer viðurkendi norski professarin og presturin at hava fyrilestrar runt landið. Knut Alfsvåg dugir at gera fløkt viðurskifti greið, og er lættur at skilja. Talan er um bæði almennar fyrilestrar og fyrilestrar fyri innbodnum.


Knut Alfsvåg hevur skrivað fleiri bøkur um Martin Luther millum aðrar Møter med Luther og Skrifter om Kristus, frelsen og kirken, sum báðar komu út fyrr í ár.


Skráin fyri hansara vitjan í Føroyum er henda:


Hósdagin 31. august, fyrilestur á Fróðskaparseturi Føroya, Søgu- og samfelagsdeildin.


Evnið: Hva var det Luther egentlig ville? (Fult teknað).
Les meira her: https://setur.fo/tidindi/tidindi-single/news/reformationin-og-avirkan-hennara/



Fríggjadagin 1. september: Prestakonvent í Tórshavn. Alfsvåg undirvísir í evninum: Den reformatoriske oppdagelse og dens konsekvenser.



Leygardagin 2. september: Kirkjudagur í Sandoyar prestagjaldi.

Fyrraparturin er ætlaður kirkjuráðslimum og kirkjutænarum í Sandoyar prestagjaldi.

09:25 Andakt í Sands kirkju.

10:00 Morgunmatur í Ungmannafelagshúsinum á Sandi.

10:30 Evnið: Luthers lív og hansara samband við jødar.

12:00 Døgurði

13:15 Evnið: Lóg og evangelium sambært Lutheri.

15.00-16.00 Evnið: Dópur og trúgv sambært Lutheri. ALMENNUR FYRILESTUR, drekkamuður verður kl. 14:30 øll eru vælkomin.


Leygarkvøldið 2. september kl. 19.30 er almennur fyrilestur í Fríðrikskirkjuni á Toftum.

Evnið er: Skriftens autoritet hos Luther.


Sunnudagin 3. september, kl. 11.00, gudstænasta í Fríðrikskirkjuni.

Knut Alfsvåg prædikar og Ovi Brim er liturgur. Gudstænastan verður útvarpað.