Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Hørpan

05.09.2017 - 08:44 - Ásbjørn Jacobsen

Sagt verður um hørpuna, at hon er hitt yndisligasta av øllum ljóðførum. Floytan hevur ein mjúkan tóna, trompetin ein hermansligan tóna, orglið hevur ein ómetaliga brúsandi tóna, men hørpan eigur nakað yndisligt og hugnaligt, sum onnur ljóðføri ikki hava.

Og hørpan er hitt elsta ljóðførið. Júbal, sjeyndi maður frá Ádami, gjørdi hana. Menn halda, at hann hevur fingið hugskotið frá bogastreinginum, tá ið hann spenti boga sín.

Fleiri ymisk sløg av hørpum hava verið upp ígjøgnum tíðirnar. Á døgum Dávids hevði hørpan tíggju streingir, til aðrar tíðir hevði hon bert átta, og gamlir myntir vísa, at hon eisini hevur havt tríggjar streingir. Men tað skulu hava verið hørpur í eldri tíð við heilt upp til 27 streingjum.

Hørpan er hitt mest brúkta tólið til sang og tónleik í Bíbliuni. Í Opinberingini verða teir 24 elstu lýstir við hørpum í hondunum. Og ljóðið Jóhannes hoyrdi í himlinum, var sum hørpuljómur, tá ið hørpuleikarar sláa hørpur sínar.

Í Sálmunum lesa vit, at hørpan og sittarin (saltur) skuldu leiða sangin - bert eina ferð floytan. Og tá ið hin endurreisti múrurin kring Jerusalem skuldi verða vígdur undir leiðslu av Nehemia, bleiv sangurin leiddur av hørpum og sittarum (søltrum) við glymskálum sum takt-tóli. Yndis ljóðføri Dávids var hørpan. Í Skriftini lesa vit, at fyrsta tempul-orkestrið í Ísrael hevði átta hørpur og seks sittarar (saltrar) við trimum sangarum, sum slerdu takt við ljómandi glymskálum. (1. Krýn. 15,19-21)

Hørpan man hava verið væl umtókt tá á døgum. Tað verður sagt um Ísrael, tá ið tey vóru í útlegd í Bábel, at tey hongdu hørpur sínar burtur og vildu ikki syngja úr Zionssongum. Sálm. 137,2-3.

Dávid man hava verið bæði góður hørpuleikari og sangari, tí hann spældi og sang fyri Saul kongi. Eftir øllum at døma hevur hørpan havt ein andbornan myndugleika, og vit kunnu við fullum rætti nevna hana sum eitt ljóðføri við serliga hugtakandi tóna.

- - -
Í dagbók John Wesleys, dagfest 29. mars 1782, lesa vit:
“Langafríggjadag kom eg til Mansfield at hjálpa til við møtum tann dagin. Meðan vit býttu út hina heilaga kvøldmáltíðina til umleið 1300 fólk, hoyrdi eg veikan tónleik, eitt álvarsligt tónalag, sum líktist tí, sum klingar frá eolshørpuni. Hetta helt á fimm, kanska seks minuttir. Og tað hevði slíka ávirkan á kirkjuliðið, at mong ikki fingu hildið tárunum aftur. Tónleikurin doyði so spakuliga burtur.

Lat hørpuna ljóða við náðinnar borð,
- gyltur strongur er -
ær’ Jesus, títt høvur, Guds livandi orð.
So fagurt vit Harranum lova!

                    
E. Campbell umsetti.