Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Hin endurloysandi tímin

08.09.2017 - 07:34 - Skrivað hevur: Effie Campbell

Hjá Matteusi kapittul 26,40-41 lesa vit: "Hann kemur til lærusveinarnar og hittir teir sovandi, og hann sigur við Pætur: "So vóru tit ikki mentir at vaka ein tíma við mær! Vakið og biðið, at tit ikki mega falla í freisting! Andin er fúsur, men holdið er veikt."

Ein tími í bøn endurloysir alt, og tí ger djevulin alt, hann kann, at forða okkara bønalívi. Tí kunnu tú og eg spyrja okkum sjálv, tá ið vit falla í synd ella í aðrar freistingar og vera fyri ósigri: "Havi eg brúkt nóg nógva tíð í bøn? Havi eg verið saman við Harranum í meir enn ein tíma?" Um svarið er nei, so veitst tú eisini, hví tað stendur til við tær, sum tað ger. So einfalt er tað.

Í Ják. 4,2 stendur: "Tit hava ikki, av tí at tit biðja ikki." Í Áps. 6,4 stendur: "Men vit vilja halda trúliga á í bønini og í tænastu orðsins." Lærusveinarnir valdu ikki at tæna við borðini, so at teir kundu halda á í bønatænastuni og orðsins tænastu. Gev tær far um, hvat ið kemur fyrst, tað er bønin, tínæst orðið. Heilt einfalt av tí at um vit skulu fáa eina opinbering í skriftunum, mugu vit dvølja í bøn, so at vit biðja samsvarandi Guds orði. At biðja ein tíma ella meir krevur venjing og lýdni.

Her hjá okkum er bønalívið fyri tað mesta á barnagarðsstøði. Fólk biðja minst møguligt, og tey minst vitjaðu møtini eru bønamøtini, sum eru tey týdningarmestu í einari meinigheit. Tá ið eg vitji onnur lond sum Moldova, er bønin altíð í miðdeplinum. Øll biðja í munnin hvør á øðrum út frá teimum evnunum, sum biðið verður fyri. Her hjá okkum eru mong kristin bangin at biðja hart. Hví? Tí djevulin er lívræddur fyri okkum, at vit skulu bróta ljóðmúrin, tí hann veit, at vit hava eitt undurverk í munni okkara.

Jødar brúka "daven", tá ið teir biðja. Teir biðja við øllum kroppinum, teir rugga fram og aftur, og kroppurin er alla tíðina í rørslu. Tað ger, at teir hugsa og miðsavna seg um bønina og skriftlesing. Tað sært tú, um tú fert yvir til grátimúrin. Tað er øðrvísi við okkum, vit sita, falla á knæ ella standa still við boygdum høvdi og samanløgdum hondum og biðja fyri tað mesta stillar bønir. Hetta ger, at vit ofta fáa ikki miðsavna okkum, og tankarnir flákra allastaðni. Og tá ið vit sita við boygdum høvdi og blunda, kunnu vit sovna. Tí stendur, at vit skulu lyfta upp heilagar hendur: "Eg vil tá, at menninir skulu halda bøn soleiðis, at teir á einum og hvørjum staði lyfta upp heilagum hondum uttan vreiði og trætnað." 1. Tim. 2,8

Djevulin hevur forpurrað veking og skapað tvídrátt. Guds verk er syndrað, meinigheitir eru tiknar av. Familjur eru sorlaðar, og fólk eru fráfallin. Svarið er altíð hitt sama: manglandi forbøn og bøn. Sera fá kristin skilja andabardagan, sum fer fram í dagsins samfelagi, har djevulin er stigin niður til okkara í stórari vreiði, tí hann veit, at tíðin, hann hevur, er so stutt. Opb. 12,12

Jesus segði og áminti okkum í Luk. 18,1: "Hann talaði eitt líknilsi til teirra um tað, at teir áttu altíð at biðja og ikki troyttast."

Effie Campbell umsetti.