Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Hetta broytti mítt bønarlív

10.01.2016 - 11:07 - Ásbjørn Jacobsen

Er tað nakað, sum ein pastorur ella prestur veit, so er tað, at bøn er týdningarmikil. Eg visti tað, og tí bað eg. Ikki so nógv av tí at eg vildi, men mest av tí at eg visti, at eg átti. Men nú er øðrvísi. Nú eru mínar dagligu løtur við bøn og Bíbliu vorðnar mínar dýrastu løtur, og eg hugsaði mær at luta við tær, hvat ið hendi, fyri kanska at kunna hjálpa tær.


Eg hevði skift út tørvin á Gudi við okkurt annað í mínum lívi. Millum annað hjálpti nakað mær, sum C. S. Lewis hevur sagt: “Søga menniskjans er ein long andstyggilig frásøgn um, hvussu vit royna at finna eydnuna í onkrum øðrum enn í Gudi.”


Sum menniskju royna vit at gerast eydnusom. Gud hevur skapt okkum soleiðis, so einki skeivt er í tí; men ætlan hansara var, at hann skuldi vera okkara kelda. Tí gerst tað skeivt, tá ið vit fara at gera okkum tengd at gávunum í staðin fyri gevaranum. Tá ið vit skifta Gud út við okkurt annað, fáa vit tað, sum Bíblian kallar avgudar.


Tað var tað, eg sá. At eg hevði avgudar í lívi mínum, og teir liggja enn og lúra. Ein avgudur er okkurt, sum fyribils fyllir tann tørvin, sum bara Gud kann nøkta.


Vit hugsa, at avgudar eru í Afrika og India, og tað eru teir; men eg havi verið har, og eg ivist onga løtu í, at talið á avgudum er mangar ferðir størri í Vesturheiminum enn í triðja heiminum. Her tykist tað, sum tað eru fleiri hundrað ting, sum vit fyrst skulu royna, at vita um tey gera okkum eydnusom, áðrenn vit royna Gud.


Eg plagi at siga, at okkara avgudar eita: Eg vil hava viðurkenning, Eg vil hava framgongd, Eg vil vera væl umtóktur, Eg vil avrika, Eg vil vera í miðdeplinum. Og listin kundi verið nógv longri av tingum, sum vit heldur taka enn Gud, fyri at gerast eydnusom.


Eg hevði skift Gud um við tørvin fyri at hava framgongd í kristnari tænastu! Sjálvt ein kristin tænasta kann gerast eitt endurgjald fyri felagsskapin við Kristus! Eg merkti tað, tí eg kendi meg nøgdan, tá ið alt gekk væl, og argan og smásáran, tá ið illa gekst. Synd er í veruleikanum einki annað enn at líta á seg sjálvan staðin fyri at líta á Gud. Jesus segði: “Syndin er, at teir ikki trúgva á meg.” (Jóh. 16,9) Tað var mín trupulleiki. Eg hevði roynt at fingið í lag mína egnu lukku, uttan Gud sum mína fyrstu keldu. Tá ið eg skilti tað, vendi eg um og játtaði synd mína. Bíblian sigur, at Gud býr hjá teimum, sum hava eitt sundurbrotið hjarta (Sálm. 34,19), og eg kendi, at hann var nær á ein nýggjan hátt.


Bøn er felagsskapur við Gud. Nú er hann vorðin mín kelda, og tí loysi eg trupulleikarnar á ein nýggjan hátt.


Effie Campbell umsetti.