Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Hátíðarguðstænasta í Sandavágs kirkju

24.08.2017 - 08:29 - Orð: Marjun í Kálvalíð

Sunnudagin hin 3. september kl. 11.00 verður hátíðarguðstænasta í Sandavágs kirkju, har Jógvan Fríðriksson biskupur prædikar, og sóknarprestarnir Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð luttaka.

Hendan dagin fær Heini F. Petersen handað heiðursmerki frá Margrethu drotning fyri trúgva og drúgva tænastu sum deknur í Sandavágs kirkju. Heini F. Petersen hevur verið deknur í meira enn 40 ár, hann hevur eisini sitið í kirkjuráðnum í Sandavági, fleiri skeið hevur hann verið formaður.
 
Heini er góður við kirkjuna, altíð fúsur til tænastu og hann ger, saman við øðrum góðu kirkjutænarum, eitt stórt og gott arbeiði kirkjuni at frama. Vit fegnast um heiðurin og ynskja Heina F. Petersen tillukku við heiðursmerkinum.

Øll eru vælkomin at koma til guðstænastu hendan stóra dagin í tí vøkru 100 ára gomlu Sandavágs kirkju.