Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Harri, lær okkum at biðja!

22.08.2017 - 08:30 - Ásbjørn Jacobsen

Bønin er mín himmalstigi,
lyftir meg frá hesi verð;
faðir, tá eg til tín biði,
upp frá jørð mín andi fer,
leitar til tín ljósa sal;
vegin vísir orð títt væl.


Mikkjal á Ryggi, sum yrkt hevur hendan sangin, er sera beinrakin í sínum orðavali um bønina. Mær tykir hann hevur fatað nakað av týdninginum og dýpdina við bønini. Eisini í tí Heilagu Skriftini hevur bønin sera stóran týdning. Tað verður sagt, at í GT finnast 85 bønir, harafturat 60 bønarsálmar og 14 onnur pettir um bøn. Longu á blaðsíðu 5 í Bíbliuni finna vit fyrstu kallan og bøn. (1 Mós 4,26).

Síðani hava vit fleiri onnur dømir um bønina á teimum fyrstu bløðunum í Bíbliuni. Ábraham 1 Mós 12,8; 21,33; Ísak, 26,25; Jákup, 28,19-22; 32,9-12.

Áhugavert er at kanna Skriftina og bønarlívið hjá teimum ymisku persónunum. Vit lesa í 1. Krýnikubók 23,30-31, at levittarnir lovsungu Harranum morgun og kvøld, eisini Dávid sigur, at hann rópar til Gud morgun og kvøld og á miðjum degi. Sl 55,18. Dánjal gav sær eisini stundir til bønina. Dánjal 6,11.

Teir í gomlu pakt vóru ídnir biðjarar. Vit kunnu t.d. nevna bøn Ábrahams fyri Sódoma, 1 Mós 18,33 ff., bøn Mósesar fyri fólki sínum, 2 Mós 32,11 ff. og bøn Dánjals, Dán 9,1 ff.

Og ikki at gloyma bønirnar í Sálmunum. Her verða Sálmarnir brúktir í gudstænastuni, men eisini sera persónligar bønir. Mong menniskju hava gjøgnum tíðirnar fingið ugga og hjálp ígjøgnum bønirnar í Sálmunum.

Jesus – ein fyrimynd
Jesus sjálvur steig fram sum lærumeistari í bøn. Alt lív sítt á jørðini livdi hann í bønarfelagsskapi við Faðir sín á himli. Fyri at fáa møguleika og frið til bønarlívið, fór hann, ikki so sjáldan, burtur frá eina heila nátt í bøn. Viðhvørt fór hann eisini burturfrá fyri at vera einsæris í bøn, Luk 5,16.

Frammanundan týðandi hendingum tók Jesus sær serliga góða tíð til bøn: Tá hann varð doyptur, tá hann skuldi lekja onkran, útveljingina av teimum 12 ápostlunum, stríð hansara í Getsemane, har deyðin og himmalferðin stóðu fyri framman, Luk 3,31; Mark 1,35; Luk 6,12; 9,28 ff.; 22,41 ff. 23,34 og 46; 24,50 ff.

Harri, lær okkum at biðja!
Eins og Jóhannes doyparin hevði lært lærusveinar sínar at biðja, soleiðis gav Jesus eisini lærusveinum sínum eina serliga bøn, sum serliga savnar allar aðrar bønir í nakrar fáar, stuttar setningar. Bønin er: “Faðir vár…”  – Jesus lærdi sjálvur lærusveinarnar at biðja hesa bøn.

Jesus vísir á, at bønin skal vera stutt og greið og uttan ov mong orð, Matt 6,7. Bønin skal verða innilig og úthaldandi, Luk 18,1, Mark 14,38. Gud svarar teimum bønum, vit biðja í loynikamari okkara Matt 6,6 og hann svarar teimum bønum, sum tvey ella fleiri eru samd um at leggja fram fyri hann, Matt 18,16-20.

áj