Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Guds eldur

11.09.2017 - 09:42 - Ásbjørn Jacobsen

"Er hetta eitt ljós?" spurdi talarin Egil Svartdahl og setti eitt hvítt, breitt stearinljós á talarastólin.

Hann kom sjálvur við svarinum, meðan hann tendraði ljósið: "Nú er tað eitt ljós! Tað er bara stearin og veikur, til vit festa í tað. Tá verður tað til eitt ljós. Eldurin, sum brennur, er hin stóri munurin. Ein lítil neisti ella logi ger allan munin. "Sí, hvussu lítil neisti kann seta eld á ein stóran skóg." Ják. 3,5

Gud er eldsins Gud. Hann opinberar seg gjøgnum eld. Stundum til dóms, tí Bíblian sigur, at Gud er dómsins Gud, ein oyðandi eldur, sum eisini kann vera ein brennandi vreiði.

Men eldurin er ikki bara ein mynd upp á dóm. Eldurin er eisini ein mynd upp á nærveru Guds. Gud opinberaði seg sum ein skýstólpa um dagin og ein eldstólpa um náttina, tá ið ísraels fólk fóru út úr Egyptalandi, so sum vit lesa tað í 2. Mós. 13,21

Tá ið Gud sendi Jesus Kristus í heimin, tendraði hann ein móteld móti øllum vánaligum og oyðandi í hesi verð. Hann kom fullur av kærleika, góðsku og miskunnsemi. Jesus brendi av Guds kærleika til øll menniskju. Eldhugi var í rødd hansara og ein brennandi eldur í hjartanum. Jóhannes doyparin segði: "Eg doypi tykkum við vatni; men tann kemur, sum er mætari enn eg (nevniliga Jesus), og eg eri ikki verdur at loysa tveingir hansara; hann skal doypa tykkum við heilagum anda og eldi." Luk. 3,16

Heilagi Andin kom við eldtungum hin fyrsta hvítusunnudagin. Men Heilagi Andin er meira enn eldur. Hann umfatar heilagleika, kraft, lívspístr og endurnýggjan. Hann er hugtakandi, men eisini ræðandi.

Vit kunnu ikki vera líkasæl um Heilaga Andan. Guds eldur skal ikki sløkkjast, men vera ein móteldur, sum altíð brennur í hesi verð. Eg biði um, at tann eldurin, sum er í tær, ongantíð má slokna. Birt aftur upp at loga tann logan, sum Gud einaferð tendraði í tær. Mangar eldsálir eru tíverri útbrendar. Av og á kanst tú fara so vítt, at tú verður útslitin. Tað eru tey, sum áður vóru gløðandi og brennandi, sum at enda verða útbrend. Tí er javnvág millum hvíld og arbeiði og millum at taka ímóti og at geva frá sær av alstórum týdningi.

Vit lesa um Elia profet, at tá ið hann hevði gjørt av við allar profetarnar hjá Báali (450) og Ásjeru (400) (1. Kong.18,19), legði hann seg undir ein gývilrunn (19,5). Gud bað Elia fara út og standa á fjallinum, meðan Harrin fór framvið, men Gud var ikki í harðveðrinum, heldur ikki í landskjálvtanum ella eldinum, sum kom aftaná. Eftir eldin kom eitt lítið blídligt fleyr. Straks Elia hoyrdi tað, fór hann út og tók støðu í hellismunnanum.

Gud vil møta tær í kvirruni. Hann er kærleikans eldur. Paulus áminnir okkum: "Verið ikki linir í áhuga tykkara; verið brennandi í andanum; tænið Harranum." Róm. 12,11.

Lat teg ikki ræða. Lat ongan taka longsulin frá tær at liva sterkt við Gudi. Men kraft, kærleiki og vísdómur gevur tær ta røttu javnvágina at bera Guds eld," endaði Egil Svartdahl.

Effie Campbell umsetti.