Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Gud grøddi dóttur Siroos

18.08.2017 - 11:12 - Ásbjørn Jacobsen

Hann varð loystur frá rúsevnum, og ein hóttandi hjúnaskilnaður varð steðgaður.

Bíbliunnar boðskapur gongur sum steppueldur yvir Iran, og fólk í túsundatali koma til trúgv á Jesus hesi árini. Eg havi júst hitt ein teirra, Siroos. Les her um undurfullu ferð hansara móti trúnni.

Meðan hann sigur mær og Henry frá søgu síni, sæst ikki, hvat ið Siroos hevur upplivað. Hann smílir og sigur ágrýtin frá síni merkisverdu ferð til trúnna á Jesus. Hann sigur soleiðis: Til fyri 14 árum síðani var eg muslimur. Eg var bundin av heroini. Áðrenn eg gjørdist rúsevnismisnýtari hevði eg roykt sigarettir í 12 ár.

Mamma góðkendi ikki konu mína, og av tí at vit búðu hjá foreldrum mínum, var hetta ein avbjóðing fyri okkum sum familja, at hon og mamma ikki høvdu tað gott saman. Vánaliga sambandið millum konu mína og mammu førdi við sær, at kona mín vildi skiljast.

So hendi tað, at ein kona bjóðaði okkum í kirkju í Teheran, og vit fóru við dóttur okkara, sum var 1 ½ mánað. Eg visti einki um kirkjuna. Meinigheitin byrjaði at lovsyngja - eg elskaði tað! Prestur spurdi meg, hvussu gekst. Eg segði honum alt, sum tað var, at kona mín vildi skiljast, at dóttir mín var sjúk, og at eg var rúsevnismisnýtari. Hann spurdi, um hann kundi sleppa at biðja fyri mær.

Undan prædikuni spurdi prestur: "Trýrt tú, at Gud kann grøða dóttur tína?" Eg segði ja. Sum muslimur trúði eg, at Gud kundi alt. So segði prestur við meinigheitina, at øll skuldu biðja, og øll meinigheitin bað og segði "amen".

Á gudstænastuni prædikaði prestur út frá Jes. 40 og talaði um synd, um okkara synd. Í Jes. 40 stendur: "Alt hold (t.e. øll menniskju) er gras, og allur yndisleikur tess sum blóma á markini. Grasið visnar, blóman følnar, tá ið andi Harrans blæsur á tey. Sanniliga, menniskjan er gras. Grasið visnar, blóman følnar, men orð Guds várs stendur allar ævir." (Jes. 40,6-8) Eftir gudstænastuna komu fólk til mín og søgdu: "Eg sá, at dóttir tín varð grødd." Eg svaraði: "Tað haldi eg ikki."

Ein av leiðarunum í kirkjuni segði: "Far yvir til læknan og bið hann kanna dóttur tína." Eg spurdi: "Hvat meinar tú? Er dóttir mín grødd eftir at hava verið her í kirkjuni í tveir tímar?" Hann segði: "Dýrd Guds hevur gjørt tað."

Tað kostaði pengar at fara til læknan, so eg drálaði, men fór kortini. Læknin segði: "Tú vart her fyri 14 døgum síðani - droymir tú? Tú spillir pengar tínar, tá ið tú biður meg kanna dóttur tína enn eina ferð." Eg fekk tó yvirtalað læknan, sum segði: "Tað er í lagi, eg vinni pengar, tú søplar tínar pengar burtur." Læknin kannaði dóttur okkara og segði: "Á ... Hetta er yvirnatúrligt." Hann fór eftir sjúkradagbókini, hugdi í hana og segði: "Hjartað í henni var ikki heilt, men nú er tað grøtt." Eg var skelkaður. Var hetta eitt undur í lívi mínum? Í lívinum hjá dóttur míni? Gud, ert tú her?

Eg fór aftur í kirkju. Leiðarin í kirkjuni spurdi: "Hvat er hent?" Tá ið hann hoyrdi um undrið, hoppaði hann og segði: "Halleluja!"

Eg segði: "Greið mær frá, hvat ið er hent. Var tað heilaga staðið hjá muslimum ella Jesus, sum grøddi hana?" Hann segði: "Tú fórt til eitt heilagt stað hjá muslimum. Teir søgdu, at dóttir tín fór at doyggja. So kemur tú her, og hon gerst frísk. Hvat heldur tú sjálvur?" Hann gav mær eina Bíbliu, og eg las hana úr enda í annan.

Tvær vikur seinni fór eg aftur í kirkju. Ein maður spurdi meg: "Vilt tú geva Jesusi lív títt? Veitst tú, at tú ert ein syndari? Trýrt tú, Jesus doyði fyri teg og tók synd tína og reis uppaftur triðja dagin?" Tá ið eg segði ja, segði hann: "Latið okkum biðja." Síðani segði hann: "Vælkomin í tína familju!" Eg spurdi: "Tína familju?" Hann segði: "Nei, Guds familju."

Síðani segði eg við Gud: "Um tú ert Gud, fría meg so frá rúsevnum og gev mær konu mína aftur." Alt hetta hendi. Innan tríggjar mánaðir varð dóttir mín grødd, eg gjørdist kristin og fekk konu mína aftur. Konan gjørdist eisini kristin.

Eg legði 10% av løn míni til viks, keypti eina rúgvu av Nýggja Testamentum fyri pengarnar og býtti tey út. Eg hevði eina goymslu við Nýggja Testamentum, og eg lutaði evangeliið við mong menniskju. Eg fór undir at planta meinigheitir og býta út Bíbliur um alt landið.

Í 2010 t. 25. des. leyp løgreglan á hús míni, men tíbetur var eg ikki inni. Løgreglan ringdi úr heimi mínum og spurdi: "Hvar ert tú?" Løgreglan segði, at ein tjóvur hevði verið har. Eg spurdi grannan, hvat ið hann hevði sæð - og hann kundi ikki vátta søguna hjá løgregluni.

Eftir hetta høvdu vit einki val. Vit høvdu nevniliga eingi pappír, bara koyrikort. Løgreglan hevði lagt hendur á alt og tikið tað, eisini teldurnar. Uttan pappír bar ikki til at leiga eitt stað at búgva. Vit búðu hjá vinum og sluppu undan løgregluni, tá ið teir ætlaðu at blaka meg í fongsul fyri arbeiði mítt við bíbliusmugling og meinigheitsplanting.

Ein mánað seinni fekk kona mín tann boðskapin frá Gudi, at vit skuldu fara úr Iran. Eg segði: "Gud, eg elski Iran." Kona mín fekk sama boðskapin eina ferð afturat. Triðju ferð fekk eg hann eisini. Eg segði: "Gud, um tú sigur tað, so fari eg." Vit gingu eftir fjøllunum. Tað var vetur, og vit gingu alla náttina. Tá ið vit komu til Turkalands, vórðu vit handtikin. Tey søgdu: "Vit fara at senda tykkum aftur." Eg segði við Gud: "Íðan, tú segði, at vit skuldu avstað." Gud segði: "Lít á meg."

Ein kvinnuligur løgreglumaður arbeiddi á einari farteldu. Eg spurdi: "Kann eg sleppa at brúka hana í fimm minuttir? Fyrst segði hon nei, men Gud nam við hana. Eg skrivaði ein teldupost til ein persón í útlandinum, sum togaði í nakrar træðrir, og síðani ringdi FN til marknavørðin og segði: "Vit taka okkum av teimum, send tey ikki aftur til Iran."

Siroos býr nú í einum tryggum landi og arbeiðir sum internetsevangelistur í Elam, sum er samstarvsfelagi hjá Dansk Europamissión fyri Iran. Mamma hansara, systir og beiggi hava tikið ímóti Kristusi. Siroos endar við hesi áheitan: Vit liva í einari tíð, har nógv kristin sova. Í 1. Pæt. 5,8 stendur: "Verið ódruknir, vakið! Mótstøðumaður tykkara, djevulin, gongur um sum ein ýlandi leyva, leitandi eftir tí, sum hann kann gloypa." Vit mugu luta evangeliið við menniskju hvønn dag. Eg kenni lygnir islams - eg var deyður, nú livi eg. Biðið fyri okkum. Alt er møguligt fyri Gudi.

"Dansk Europamissions" 6/2016
Samuel Nymann Eriksen
Effie Campbell umsetti.