Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Gud er góður!

09.09.2017 - 10:15 - Kelda: betania.fo

Hvør skal skilja okkum frá kærleika Krists! Trongd? Ella angist? Ella atsókn? Ella hungur? Ella nakni? Ella váði? Ella svørð? Tí at eg eri fullvísur í tí, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella kreftur, hvørki hædd ella dýpd ella nakar annar skapningur skal kunna skilja okkum frá kærleika Guðs í Kristi Jesusi, harra okkara. Róm. 8, 35 og 38-39.

Guð elskar menniskju. Guð elskar menniskju óansæð hvat. Tað er einki sum kann køva hendan kærleikan. Líkamikið hvørji vit eru, líkamikið hvørji støðu vit eru í, so elskar Guð okkum. Tey flestu okkara kenna til at elska, og hava helst roynt bæði at elska onnur menniskju og at verða elskað av øðrum.

Tá ið vit elska eitt annað menniskja, so er einki meir natúrligt enn, at vit ynskja at vera saman við tí. Somuleiðis, tá ið vit elska eitt annað menniskja, vilja vit gjarna, at tað skal ynskja at vera saman við okkum. Tá ið vit siga, at Guð elskar menniskju, so er tað fyri so vítt ikki so nógv øðrvísi. Guð ynskir at vera saman við menniskjum, og hann ynskir so sanniliga eisini, at menniskju vilja vera saman við honum, søkja hann.

Paulus skrivar hesi orðini í brævi sínum til kirkjuliðið í Rom. Ein stóran part av brævinum brúkar hann til at greiða frá um lutfallið millum lóg og náði. Hann undirstrikar, at sambandið millum Guð og menniskju eina og aleina er av náði. Í byrjanini av fimta kapitli skrivar hann, at vit eru rættvísgjørd av trúgv. Tað vil siga, at tað er ikki nakað ávíst sum vit skulu gera fyri at toknast Guði, fyriuttan tað at trúgva á hann.

Hvat vil tað so siga, at vit trúgva á Guð? Er tað tað, at vit hugsa um ein, sum hevur skapt alt? Ella er tað, at vit trúgva at tað finst ein kraft uttanfyri hendan heimin? Tað kann vera eitt sindur av báðum. Men mest av øllum er trúgv, at vit koma at kenna Guð; at vit læra at líta á, at hansara verk er nóg mikið; at vit tora at sleppa tí sum vit hava at dragast við og leggja tað í Guðs hendur; at vit søkja Guð.

Guð ynskir at hava samband við menniskju. Hann ger alt fyri at hava samband við menniskju. Hann hevur við Jesusi enntá uppfylt ta lógina, sum virkaði til skilnað millum Guð og menniskju.

Tá ið Guð nú ger alt fyri at hava samband við okkum, vilja vit tá taka ímóti hesum – hesi avbjóðingini? Vilja vit sleppa tí, sum tyngir okkum? Tora vit at líta á, at Guðs kraft heldur, at Guðs náði er nóg mikið? Tora vit at elska Guð og at søkja hann líka so treytaleyst sum hann elskar okkum? Guð hjálpi okkum til tað.