Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Manning á brúnni eftir møti aug. 2017.

F/V RUTH HG 264 - ein danskur risi við føroyskari manning!

01.09.2017 - 15:27 - Ásbjørn Jacobsen

F/V RUTH HG 264 er nýggjasta og størsta pelagiska skip í danska flotanum. Hon lastar 3.500 tons og er 87,80 metur long, og 16,60 metur breið.

Skrokkurin varð bygdur í Póllandi, og síðani varð skrokkurin togaður til Skagen, har skipið varð gjørt liðugt á  Karstensens Skibsværft. Í mars mánaða í fjør kom nýggja RUTH á fyrsta sinni siglandi inn um Vestmolan í Hirtshals, har fólk í túsundtali vitjaðu umborð at ynskja reiðaríi og manning til lukku við stásiliga skipinum. Eitt av teim stóru dagbløðunum í Norðurjyllandi skrivaði, at tað kann vera, at aldri áður hevur so nógv fólk vitjað havnina í Hirtshals.  

Gullak Madsen, sum er ættaður úr Kvívík, er reiðari. Hann hevur átt fleiri fiskiskip, og hetta er fimta skipið við navninum Ruth. Saman við konuni Tove, sum er ættað úr Havn, hevur hann bygt upp eitt væl virkandi og væl kjølfest reiðaríð, sum hevur bústað í egnum skrivstovubygningi á havnaøkinum í Hirtshals. Tove og Gullak hava búð í Hirtshals í mong ár, og hava sítt andaliga heim í samkomuni Malta í Hirtshals.

NÓT ELLA TROL?
Áður kallaði man hesi skipini nóta- og kraftblokkaskip, hetta tí, at tá fiskaði man einans við kraftblokkanót. Seinastu nógvu árini er hetta broytt soleiðis, at man í dag fyri tað mesta fiskar við flótitroli, sum er nógv høgligari hjá manningini at arbeiða við. Tá posin kemur at borið afturi á reyv, tá verður ein pumpuslanga fest í posan, og síðani verður sildin pumpa niður í tangarnar (sí mynd), sum umborð á Ruth eru 13 í alt.   

Fyri tíðina er tað sild, ið verður fiskað, men annars er tað eisini makrelur, topis og svartkjaftur. Hálini kunnu vera 500 tons og meir. Sildin verður landað í Sassnetz í fyrrverandi Eysturtýsklandi, har reiðaríið hevur avtalu við virkið, sum tekur ímóti sild til matna. Hetta eru somu menn, sum eiga stóra virkið í Kollafirði.   

SKIP OG MANNING

RUTH er eitt stásiligt og væl innrættað skip, har vælveran hjá manningini er í hásæti. Manningarkømurini eru stór. Messan er rúmlig og ljós við stórum rútum allan vegin runt. Hon er býtt í tvey, har eini parturin verður brúktur til máltíðirnar, meðan hin er ein hugnalig uppihaldsstova.

Á troldekkinum er eitt heitt og fjálgt rúm til oljuklæðir og styvlar, og við síðuna av er ein arbeiðsmessa, har menninir kunnu sita turrir og heitir, og bíða meðan trolið er úti. Nógv av útgerðini á dekkinum, sum áður varð drivið hydrauliskt, er skift út við elmegi, sum í ávísum førum er ein fyrimunir, siga teir kønu. Brúgvin er útgjørd við øllum tí nýggjasta innan nautisk tól og skýggjar, og á brúnni er ein hugnalig uppihaldsstova, sum eisini verður brúkt til møtir.  

Tað hevur gingið ósigiliga gott hjá Ruth, síðani hon byrjaði at fiska fyri 17 mánaðum síðani. Longu fyrsta árið hevði hon fiskað fyri eitt avreiðeingarvirði, sum er hægri enn keypskostnaðurin var fyri skipið.

NAVNIÐ
Navnið RUTH er tikið úr eini søgu í gamla testamenti, um eina kvinnu, sum kallaðist Ruth og var úr heidningalandi, men sum ynskti at búgva í Ísraelslandi. Henda kvinnan gjørdist ættmóður til Jesus, Son Guds. Tá man velur at uppkallað eitt skip eftir hesi bíbilsku kvinnuni, so er tað óivað tí, at eins og hon varð signað, ynskir man eisini, at skipið skal verða signað. Eins og Ruth gjørdist ættberari av Jesusi, soleiðis hava øll skipini við navninum Ruth verið berarar av Jesusi í og við, at tað altið hava verið hildin møtir umborð á Ruth.

MØTIR
Tað hevur altið verið fastur táttur umborð á skipunum hjá reiðaríðnum RUTH, at møtir verða hildin umborð, tá ið høvið er til tess. Reiðaríið bjóðar onkuntíð føroyskum ella útlendskum trúboðara at koma við á fiskifeltið eina viku ella tvær. Hesin sleppur tá at royna seg sum sjómanstrúboðara og hevur ábyrgdina av møtunum umborð. Honum stendur eisini í boði at hava bíbliutímar.  

Undirritaði vónar, at hendan serføroyska sjómanstraditíónin, at hava evangelisk møtir umborð á skipi, altið vil vera í hásæti – tí har sum húsarúm verður givin orði og tænara Guds, har spyrst signing burturúr!

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com
28. aug. 2017


Sí eisini myndir niðanfyri...