Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Forbøn

12.11.2014 - 09:37 - Ásbjørn Jacobsen

Vit hava umsorgan fyri øðrum við t.d. regluligari forbøn. Forbønin er ein gáva og ein umsorgan, sum vit geva øðrum. Vit hava ofta langar listar við bønarevnum: sjúk og líðandi, okkara familja, grannar, okkara trúboðarar í útlondum og trúboðarar á staðnum, kirkjan á staðnum og tann globala kirkjan, forbøn fyri teimum, ið verða forfylgd o.s.fr.

Viðhvørt verður forbønin ein tung byrða, tað eru so mong at biðja fyri, menniskju, sum fingu eina harða lagnu, viðurskifti, sum tykjast óloysilig o.s.fr.

Niðanfyri skal eg geva tær nakrar setningar, sum hava hjálpt mær væl, so at eg nú síggi, at forbøn er ikki ein tung byrða, sum eru tað vit, ið skulu bera heimin á okkara herðum. Tað er ein, sum hevur borið alt og framvegis vil bera.

Set teg niður í frið og náðum og grunda gjølla í kvirru um hesar setningar:
        
- Forbøn er ikki at trábiðja og plága Gud til at gera okkurt, men at standa í nærveru Guds vegna ein annan.
- Forbøn er ikki nakað, har tú spennir teg til at savna tínar tankar, men eitt hvílandi uppmerksemi.
- Vita skalt tú, at Gud hevur arbeitt leingi, áðrenn tú trein inn á pallin, og hann arbeiðir nú.
- Vit skulu fylla vatnskerini við vatni – at gera vín er hansara gerningur.
- Vit skulu flyta steinar, tað er hann, sum sigur: “Lázarus, kom út.”

LMF-blaðið.
Effie Campbell umsetti.