Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Fleiri bønir og færri talur

06.12.2012 - 12:16 - Ásbjørn Jacobsen

92 ára gamli Billy Graham ávarar yngri evangelistar móti at niðurraðfesta bønarlív. Heldur tala minni og biða meiri, sigur hann í sjónvarpssamrøðu.

Nú er sjáldan, at gamla legendan innan evangelisering er at hoyra og síggja, men beint undan jólum var so eitt undantak í so máta, tá samrøða við hann varð send á amerikansku rásini Fox News. Graham hevur talað fyri milliónum av fólki. Á einum einstakum møti í Suðurkorea vóru ein millión fólk og lurtaður eftir honum.

Og hesi stóru møtini á leikvøllum vildi hann ikki býtt um við nakað. Men nógv annað hevði hann fegin vilja gjørt annarleiðis.

“Eg vildi lisið, grundað á og biðið meira. Ferðast minni og talað minni. Eg gjørdi alt ov nógva staðni. Eg síggi fram til tíðina í ævinleikanum saman við Harranum. Hesi eru eisini ráð míni til ung prædikufólk. Ikki niðurraðfesta bønarlívið,” sigur hann í hesi forkunnugu samrøðu.

Annars verður latið væl at heilsuni hjá Graham, og sonurin, Franklin, sigur, at pápin er betri fyri nú, enn hann var fyri fimm árum síðan.