Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Faðir vár

14.12.2012 - 14:38 - Ásbjørn Jacobsen

Faðir vár, soleiðis sum ein húsbóndi einfalt eigur at leggja heimafólki sínum tað í huga.
 
Faðir vár, tú sum ert á himnum!
Tað er: Guð vil hervið fáa okkum at trúgva, at hann er rætti faðir okkara, og at vit eru rættu børn hansara, fyri at vit í troysti og fullum áliti skulu biðja til hansara, eins og børn hugað biðja foreldur síni um okkurt.

Fyrsta bøn -
Heilagt verði navn títt!
Tað er: Guðs navn er heilagt í sjálvum sær; men vit biðja í hesi bøn, at tað eisini má verða heilagt hjá okkum.
Hvussu verður tað?
Tá ið Guðs orð verður lært reint og rætt, og vit eisini liva heilagt hareftir sum Guðs børn. Til tess hjálp okkum, kæri faðir á himni! Men tann, ið lærir og livir øðrvísi, enn Guðs orð lærir, hann vanhalgar Guðs navn okkara millum. Varða okkum frá tí, himalski faðir!

Onnur bøn
- Komi ríki títt!
Tað er: Guðs ríki kemur væl av sjálvum sær uttan bøn okkara; men vit biðja í hesi bøn, at tað eisini má koma til okkara.
Hvussu verður tað?
Tá ið himmalski faðirin gevur okkum heilaga anda sín, so at vit við náði hansara trúgva hansara heilagu orðum og liva í gudsótta ævi okkara her og í himni um allar ævir.

Triðja bøn
- Verði vilji tín sum í himli so á jørð!
Tað er: Guðs góði, minskunnsami vilji verður væl uttan bøn okkara; men vit biðja í hesi bøn, at hann eisini má verða hjá okkum.
Hvussu verður tað?
Tá ið Guð villir og forðar øllum illum ráðum og royndum, ið ikki vilja lata okkum halga navn hansara og ikki lata ríki hansara koma (slíkt er djevulsins, heimsins og  holds okkara vilji), og tá ið hann hr afturímóti styrkir og varðveitir okkum føst í orði sínum og í trúnni til okkara síðstu stund. Hetta hansara miskunnsami og góði vilji.

Fjórða bøn
- Gev okkum í dag okkara dagliga breyð!
Tað er: Guð gevur væl dagligt breyð, eisini uttan bøn okkara, enntá øllum óndum menniskjum; men vit biðja í hesi bøn, at vit mega meta tað og taka ímóti okkara dagliga breyði við tøkk.
Hvat meinast so við dagligt breyð?
Alt tað, ið okkum tørvast til lívsins uppihald, til dømis matur, drekka, klæði, skógvar, hús, heim, mark, fæ, peningur, góðs, góður ektafelagi, góð børn, góð arbeiðisfólk, góð trúføst yvirvøld, gott stýrislag í landinum, gott veðurlag, friður, heilsa, góðir siðir, æra, góðir vinir, trúgvir grannar og tesslíka.

Fimta bøn
- Og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda!
Tað er: Við biðja í hesi bøn, at himmalski faðirin ikki vil líta at syndum okkara og fyri teirra skuld sýta bøn okkara. Tí vit eru einkis verð av tí, sum vit biðja um, og eiga tað heldur ikki uppiborið; men vit biðja, at hann vil geva okkum alt samalt av náði, tí at vit synda dagliga nógv og eiga einki annað at fáa uttan revsing. So vilja vit eisini av hjarta fyrigeva og fegin gera væl ímóti teimum, ið gera illa ímóti okkum.

Sætta bøn
- Og leið okkum ikki í freistingar!
Tað er: Guð freistar væl ongan, men vit biðja í hesi bøn, at vil varða og verja okkum, fyri at djevulin, heimurin og hold okkara ikki skulu svíkja okkum ella villa okkum til vantrúgv, vónloysi og aðra vanvirðiliga synd og last, men um vit soleiðis verða freistað, at vit kortini til síðst mega vinna og fáa sigur.

Sjeynda bøn
- Men frels okkum frá tí illa!
Tað er: Vit biðja í hesi bøn sum undir einum, at himmalski faðirin vil frelsa okkum frá alskyns illum til likams og sálar, ognar og æru, og til síðst, tá ið okkara tíð kemur, veita okkum eina sælu burturferð og av náði taka okkum frá hesum neyðardali til sín á himni.

AMEN!
Tað er: At eg skal vera vísur í, at hesar bønir eru himmalska faðirinum væl toknaðar og av honum bønhoyrdar; í hann hevur sjálvur boðið okkum at biðja soleiðis og lovað, at hann vil bønhoyra okkum. Amen, amen! tað merkir: Ja, ja, tað skal soleiðis verða.
 
Kelda: Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunar eftir Hans Jacob Joensen, fyrrv. bispi.