Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Eitt undur

28.08.2017 - 09:27 - Ásbjørn Jacobsen

Hava tit hugsað um, at tað eisini er eitt undur, tá ið eitt menniskja, sum hatar Gud og roynir at gera hansara fólki mein, vendir við og fer at elska Gud og hansara fólk? Henda broyting hendir eisini við Guds kraft.

Tá ið Kate prestur einaferð helt nøkur almenn møti, bar hann eyga við ein mann, sum hevði tikið eina øks við. Kate prestur tosaði um, hvussu syndadálkað vit menniskju eru, og hvussu vit hava brúk fyri einum Frelsara. Tað dámdi ikki manninum við øksini at hoyra. Eftir møtið vísti hann Kate presti øksina og hótti við at gera honum mein, um hann ikki gavst við at kalla menniskju fyri syndarar. Men kortini prædikaði Kate prestur aftur dagin eftir.

Triðja dagin var Kate prestur úti og spákaði. Brádliga stóð maðurin við øksini framman fyri honum. Hesa ferð ætlaði hann at drepa Kate prest. Uttan at vísa minsta tekin til ótta hugdi Kate prestur beint inn í eyguni á manninum. Nú hendi eitt undur. Maðurin við øksini misti heilt dirvið. Hann boygdi høvdið, læt øksina falla og fór burtur. Allan tann dagin bað Kate prestur fyri manninum við øksini, at hann mátti geva Jesusi hjarta sítt.

Um kvøldið skuldi Kate prestur tala yvir evnið “Guds kærleiki til eina synduga verð”. Tá ið hann hevði byrjað talu sína, kom maðurin við øksini inn í salin og spákaði fram móti talarastólinum. Hann hevði øksina við sær, og hon var 25 cm long. Tá ið hann var komin heilt fram, setti hann seg á ein stól. Í somu løtu hoyrdi hann Kate prest siga: “Sjálvt hin versti syndarin kann blíva eitt gudrøkið menniskja, takka veri Kristi syndafría blóði.”

Hesi orðini trongdu inn í hjartað á manninum sum eitt tvíeggjað svørð. Nú hendi aftur eitt undur. Tárini fóru at renna oman eftir kjálkunum á manninum. Hann skammaðist yvir seg sjálvan. Hann blakaði ikki bara øks sína burtur, men eisini avgudar sínar. Frá tí degi byrjaði maðurin við øksini at tæna tí livandi Gudi. Í dag er hann ein trúfastur limur í einari meinigheit í India. Hann hevur longu vunnið meir enn 50 menniskju til Gud við sínum persónliga vitnisburði.
                    
E. Campbell umsetti.