Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Einasta syndin sum fordømir

29.08.2017 - 07:42 - Kelda: kmf.fo

Andin skal sannføra um synd, sigur Jesus. Sannføra – vil siga tað sama sum at fáa ein persón at viðganga nakað. Hann skal sannføra teimum um synd; tað merkir øll menniskju uttan undantak. Og syndin, hann skal sannføra um, er at ”tey ikki trúgva á meg” (Jóh 16,9).

Í hesum orðum liggur lykilin til at skilja tað, tað snýr seg um. Tá ið Jesus heilt greitt savnar all heimsins synd í ”tey ikki trúgva á meg”, vil hann við hesum gera tað greitt fyri okkum at vantrúgv er einasta syndin, sum fordømir. Fullnaður er gjørdur fyri alla synd móti teim tíggju boðunum.; tí kann syndin ikki fordøma tann, sum ikki við síni vantrúgv fordømir seg sjálvan.

Ikki hótt
Tá ið tollarar og syndarar – berskakin av øllum gudleysum í Ìsrael – komu til Jesus, síggja vit ongantíð at syndir teirra vóru nøkur forðan fyri, at eir kunda verða frelstir. Alt teirra lív høvdu teir brotið Guds boð; men ongantíð vóru teir kravdir til roknskap fyri teirra synd, ongantíð vóru teir stillaðir fyri lógarinnar krøv ella hóttir við dómi lógarinnar. Altíð vóru teir móttiknir við kærleika.

Og tá ið teir skriftlærdu ilskaðust, og róptu Jesus tollara og syndara vinur, mótmælti hann ikki. Staðin fyri talaði hann í líknilsum um hin burturvilsta seyðin og mistu drakmuna, og um hin burturfarna sonin. Hann talaði júst um hesi vanvirdu, og vísti okkum myndina av sær sjálvum, sum hin elska Faðirin, sum við útrættum hondum kemur rennandi móti soni sínum (Luk 15).

Men kæri Frelsari, sært tú ikki hansara mongu stóru syndir? Nei! Eg síggi als onga synd. "Tí at hetta er blóð mítt, blóð sáttmálans, sum verur úthelt fyri mongum til fyrigeving syndanna" (Matt 26,28). Sáttargerðin fyri syndina er framd, og ein ævig rættvísi fingin til vega. "Tað var Gud, sum í Kristi gjørdi heimin sáttan við seg, og hann tilroknar teimum ikki misgerðir teirra" (2 Kor 5,19). Tað finst bert ein einasta synd sum fordømir:"at tey ikki trúgva á meg".

Ein merkiligur dómur
Vit síggja eisini hvussu hart Jesus dømdi teir, sum hildu at teir kundu verða rættvísgjørdir av gerningum. Hann lítilsmetti ikki, at teir siðminnigarliga stóðu langt omanfyri órættvís, ránsmenn og horkallar, og at teir góvu olmussur til tey fátæku; men tað kundi ikki broyta dómin.

Paulus sigur um mangar av sínum ættarfrændum, at teir vóru vandir um Guds sakir, og strembaðu eftir eini lóg, sum kundi leiða til rættvísi. Teir náddur ikki fram til eina slíka lóg, tí teir søktu ikki eftir henni við trúgv, men sum um hon kundi fáast av gerningum (Róm 9 og 10). Ein merkiligur dómur! Tey, sum hava verið betri enn onnur verða fordømd, og tey, sum hava verið verri enn tey flestu, verða frelst.

Gøðingarkálvurin verður dripin til æru fyri honum, sum hevði oytt burtur Arvin hjá sær saman við skøkjum, meðan hann, sum hevði tænt faðirinum gjøgnum nógv ár, og ongantíð breyt boð hansara, fær ikki so mikið sum eitt smálamb.

Tað er hetta sum er loyndarmálið í Kristi sáttargerð. Tá ið sannleikin um synd er, at "tey ikki trúgva á hann", so er tað tí at øll synd móti teim tíggju boðunum er gjørd fulnað fyri við Kristi deyða. Onki menniskja verður sostatt fordømt av síni synd, men bert sum avleiðing av síni vantrúgv. Tað er troystin vit kunnu fáa av hesum orðum.

Í Guds eygum
Harafturat kunnu vit læra av hasum, at sjálvt hin frómasti, álvarsamasti og gudrøknasti, kann verða fordømdur, um hann í øllum gudsøkiskapi sínum ikki trýr á Kristus. Sjálvt ikki álvarsamastu royndir okkara at blíva betur, hin djúpasti angur, tær inniligastu bønir, hitt vakrasta lív, hin strangasta sjálvsnoktanin ella tær bestu ótroyttiligu gerðir okkara at blíva betur, eru galdandi í Guds eygum. Tann, sum kann rósa sær av hesum, gongur kortini móti glatanini, um hann ikki hevur lært at rokna alt hetta javnt við skarn móti tí, sum er nógv mætari – nevniliga at kenna Kristus, og verða funnin í honum.

Hetta skal Heilagi Andin sannføra heimin um. Av náttúruni hava vit lyndi til at hugsa, at bert í tann mun okkara egna gudrøkni eyðnast, tora vit at rokna við Guds náði. Men Andin bendur eygum okkara móti honum, sum av Gudi varð útvaldur til at uppfylla lógina í okkara stað, og smakka deyðan fyri okkum øll. Vegna hansara dýra blóð, hava hvørki syndir okkara ella dygdir okkara minsta týdning, tá talan er um at standast fyri Guds dómi.

Carl Olof Rosenius (1816-1868, svenskur vekingartalari við stórari ávirkan í 1800 talinum og fram).
Emma Jacobsen, týddi.