Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Ein sterk bønartænasta

28.01.2014 - 20:24 - Ásbjørn Jacobsen

Ein kvinnustevna varð hildin í Noregi nú fyri stuttum, og møtini vórðu víst á Visjon Norge. Høvuðstalarin eitur Anne Lise Thomsen. Hon er upprunaliga norsk, men hevur búð í Danmark í 45 ár.

Hon greiddi fyrst frá, hvussu hon kom inn í forbønartænastuna:

“Eg kom frá Oslo, og har var nógv andaligt lív. Eg var á møti fleiri ferðir um vikuna. So kom eg til Danmarkar, og har var rættiliga deytt andaliga. Eg var á møti bara eina ferð um mánaðin.

Eg gjørdist púra bundin av Jesusi, tí nú vóru tað brádliga bara eg og Jesus. Eg bað og bað, og jú meira tú lærir at biðja, jú meir vísir Gud tær. Um eg ikki eri lýðin móti tí, ið hann vísir mær, so missi eg signingina, og tað vil eg fyri alt í verðini ikki. Gud hevur stoytt ein bønaranda niður yvir meg, og tað er sum at ganga undir einum opnum himli.

Eg havi eitt bønarrúm niðri í kjallaranum, har eg biði hart. Síðstu jól fekk eg eina stóra sorg, eg misti eina vinkonu. Vit báðar plagdu at biðja saman. Hon kundi ringja tíðliga á morgni og spyrja: “Anne Lise, hevur tú stundir at biðja?” So koyrdi hon hálvan annan tíma til Tønder, og hon segði: “Nú skulu vit fasta og biðja!” Har varð ikki drukkið kaffe, og vit hugnaðu okkum ikki, men vit bara bóðu. Hon kundi biðja í 5, 6 og 7 tímar, og so segði hon: “Nú havi eg biðið ígjøgnum, nú fái eg bønarsvar.”

Eg skal koma við einum dømi um, hvussu Gud arbeiðir við mær:
Fyri 14 árum síðani hevði eg ein dreym. Eg sá eini hjún. Tey vóru so ógvuliga vøkur og ómetaliga fín. Tá ið eg vaknaði, hugsaði eg, at so fínum fólkum fari eg ongantíð at møta. Sama kvøld skuldu vit til eina veitslu, har bara djóralæknar og djóravinir vóru. Um 100 fólk vóru á veitsluni, ið varð hildin á einum hotelli. Maðurin og eg sessaðust, og nakað eftir koma eini hjún inn, og hetta vóru hjúnini, ið eg hevði sæð í dreymi náttina fyri. Tey sóu so smílandi og glað út; men vit síggja bara inn til skinnið og vita ikki, hvat ið býr í hjartanum. Tey settu seg eitt fitt petti frá okkum. “Harri, nú mást tú laga tað soleiðis, at eg komi í prát við hana,” bað eg.

So reisir kona seg upp og fer út. Eg reisti meg eisini beinanvegin og fór oman á wc. Tá stóð hon framman fyri speglinum og smurdi seg. Vit komu í prát, og eg segði við hana: “Eg droymdi teg í nátt, og Gud hevur sagt mær, at títt hjarta er brotið og liggur í pettum, tí maður tín er ótrúgvur. Men um tú ert villig at fyrigeva, so skal Gud grøða teg og endurreisa teg.” So gav eg henni mítt telefonnummar og kvikaði mær upp aftur.

Morgunin eftir ringdi hon meg upp. “Alt er vónleyst, vit hava verið sundurlisin í eitt ár, og í morgin skulu vit skriva undir pappírini. Vit búgva á einum harragarði, og maður mín býr saman við frillu síni í hinum endanum á harragarðinum.”

“Hjá Gudi er avgjørt einki vónleyst, alt er gjørligt hjá honum. Ert tú til reidar at fyrigeva manni tínum?” spurdi eg. “Ja, tað eri eg,” svaraði hon. “Íðan, bið so eftir mær.” So bað eg eina bøn, og hon endurtók tað. “Á, segði hon, “nú havi eg tað nógv betri innan í mær.”

“Ert tú villig at taka ímóti honum, tá ið hann kemur aftur til tín?” spurdi eg so. “Sjálvandi,” segði hon, “men eg hugsi, at tað er ógjørligt, tað er komið ov langt, pappírini skulu skrivast undir í morgin.”

“Eg havi sagt tær, at einki er ógjørligt hjá Gudi. Bið tú nú eftir mær.” So bóðu vit, og fimm minnutir eftir bønina, bankaði maðurin upp á hurðina hjá henni og spurdi, um hon kundi fyrigeva sær. Tey blivu sameind aftur og ógvuliga forelskað, og síðani hava tey livað í einum góðum og fyrimyndarligum hjúnalagi í 14 ár.

Viðhvørt vakir Gud meg klokkan 3 ella 4 á nátt. So má eg bara upp at biðja fyri teimum, sum Harrin minnir meg á. Tá eg so leggi meg aftur, fái eg ein so vælsignaðan svøvn, líka sum dupulta ransón, tí eg eri altíð tíðliga á fótum og væl fyri.

Í hesum døminum vísti Gud henni hetta gjøgnum ein dreym. Til aðrar tíðir talar hann beinleiðis inn í hennara hjarta. “Harrin hevur víst mær, at tað eru nógvar kvinnur, sum hava eitt knúst hjarta; men um tær vilja fyrigeva, so grøðir og endurreisir Harrin tær. Og hann vil brúka tær sum bønarkempur nú í endans tíð.
                    
Effie Campbell.