Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Drongurin, sum sá Jesus

06.09.2017 - 09:02 - Ásbjørn Jacobsen

Ein kvinnuligur trúboðari skuldi fara út til India, og nú skuldu tey halda eina fráferðingarveitslu fyri henni í heimbygdini. Ein maður fór á hetta møtið og hevði lítla son sín við sær. Við endan á møtinum skuldu tey hava eina bønarløtu fyri henni.

“Legg tú teg bara á knæ her við stólin undir liðini á mær,” segði pápin við sonin. Lítli drongurin fór at biðja: “Gud, vís mær henda Jesus, sum øll tosa um.”

Á heimleiðini spurdi pápin: “Hvat var tað, tú segði á bønarløtuni?”

Drongurin greiddi pápa sínum frá tí. “Íðan, sást tú so nakað?” spurdi pápin.

“Ja, fyrst fyltist allur salurin við mjørka, og alt, sum var inni har, hvarv. So fór mjørkin til viks, og eg sá Jesus. Hann lýsti og skein, allur sum hann var. So kom mjørkin aftur, og lítla løtu seinni fór hann til viks, og eg sá eitt lamb.”

“Tá hevur tú sanniliga sæð Jesus,” svaraði pápin aftur, “tí Bíblian sigur, at Jesus er tað lambið, sum er ofrað fyri okkum. Hann hevur tikið burtur syndir okkara.” (Jóh. 1,29)
                    
Effie Campbell.