Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Bønin hevur alstóran týdning

06.02.2014 - 08:38 - Ásbjørn Jacobsen

Set tær fyri at biðja minst tvær ferðir um dagin. Bið frímóðigar og álitisfullar bønir, tí Gud er ein bønhoyrandi Gud.

Alt byrjar í bøn. Bønin má vera grundarlagið undir øllum okkara virksemi – andaligum sum tímiligum. Bønin setir standardin og lyftir okkara virksemi upp.

Á teimum gomlu lokomotivunum høvdu teir ein ketil. Har lempaðu teir kol inní, so at tokið fekk ferð á seg. Somu nyttuna ger bønin. Tað er har, at vit seta ferðina og hitastigini, sum verða skulu á t.d. møtum, stevnum og legum. Bønamøtini eru tað týdningarmesta á slíkum tiltøkum. Bøn broytir meinigheitir, býir og tjóðir.

Jesus er okkar fyrimynd. Hann hevði ein tættan felagsskap við Gud gjøgnum bønina. Tað eru eingi viðurskifti, sum slík lyfti eru knýtt at, sum bøn. ”Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær.” Matt. 6,6. Tú fært signingar hvønn dag.

Øll kunnu biðja. Vit eru sjálvandi á ymsum stigum í bønini; men øll kunnu biðja út frá sínum støði. Vit kenna, at djevulin vil forða okkum at fara í bøn, av tí at bønin er so týdningarmikil.

Tá ið vit lesa um tær ymsu vekingarnar, sum hava verið upp gjøgnum tíðirnar, so síggja vit, at bønin hevur verið miðdepilin og høvuðsinnihaldið. Norðmenn siga: ”En kristen på knærne ser lengre enn en filosof på tærne!

Vón er fyri okkara landi. Tey ikki-kristnu hava ongantíð verið nakar trupulleiki hjá Gudi, men tað hava samkomurnar mangan verið.
Tað er samkoman, sum skal vera ljós og salt. Um samkoman er í góðum standi, so brýtur vekingin út í bygd og bý. Svíkur harafturímóti samkoman, so hevur djevulin frítt rásarúm.

Vit hava gleðiboð at bera. Betri tíðindi kann eingin koma við enn evangeliið. Og fólk eru opin í dag.

Effie Campbell umsetti.