Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Bønin er mín himmalstigi

24.08.2014 - 22:56 - Ásbjørn Jacobsen

Bønin er mín himmalstigi,
lyftir meg frá hesi verð;
Faðir, tá eg til tín biði,
upp frá jørð mín andi fer,
leitar til tín ljósa sal;
vegin vísir orð títt væl.
 
2. «Biðið, og tit skulu fáa!»
Hetta orð títt styrki ber
teimum, sum móti himli tráa
troytt av hesi vándu verð.
Harrans bøn, várt Faðirvár,
grøða kann hvørt syndasár.
 
3. Ei má heimsins sorg oss tyngja,
faðir vár í himli býr;
orð hans ugga kann og yngja
hvørt Guðs barn, sum á hann trýr.
Hvør, sum himlavegin fann,
halgan frið og sælu vann.
 
4. Lat so heimsins børn oss háða,
ei tað okkum nerva skal;
løn Guð letur okkum fáa,
leiðir okkum í sín sal.
Biðja vit í Jesu navn,
blítt hann tekur oss í favn.
 
Matt 7,7.

Mikkjal á Ryggi.