Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Biðið hvønn dag

10.07.2016 - 10:51 - Ásbjørn Jacobsen

“Biðið...leitið...bankið uppá...” Matt. 7,7.

Hin viðgitni evangelisturin, R. A. Torrey, segði, at tvey tey størstu loyndarmálini aftan fyri virkna bøn lógu í hesum:

1) At granska Guds orð og síggja vilja hansara opinberast í lyftunum.

2) At taka hesi lyfti og halda tey upp fyri Gud í bøn við einari óvikandi trúgv á, at hann ger, sum hann sigur.

Gev ikki tær sjálvum loyvi at liva eitt lív uttan bøn. Lat ikki strongd avgera, hvussu nógva tíð tú vilt brúka til at sita við føturnar á Frelsara tínum. Tráa eftir sovorðnum løtum. Legg tær til rættis. Verj tær.

Grace L. Naessens sigur tað á henda hátt í yrking síni “Munurin”: “Eg vaknaði tíðliga ein morgunin og leyp beint inn í dagin; eg hevði so nógv at gera, at eg hevði ikki stundir at biðja. Trupulleikar bara bóltaðu inn yvir meg, og hvør uppgáva var torførari enn tann undanfarna. “Hví hjálpir Gud mær ikki?” hugsaði eg. Hann svaraði: “Tú biður meg ikki um tað.” Eg tráaði eftir at síggja gleði og vakurleika, men hesin dagurin fekk ongan enda, var gráur og dapur. Eg hugsaði um, hví Gud ikki vegleiddi meg. Hann segði: “Tú søkir meg ikki.” Eg royndi at koma inn í nærveru Guds; eg royndi á allar møguligar mátar at fáa hurðina upp. Gud fanst blídliga og kærleiksfult at mær: “Mítt barn, tú bankaði ikki uppá.”

Eg vaknaði tíðliga í morgun og fekk mær eina stilla løtu, áðrenn eg fór undir dagin í dag. Eg hevði so nógv at gera, at eg mátti taka mær tíð at biðja.”

Um tú ert klók, heldur tú fast upp á tína bønastund, so tú ert til reiðar at møta lívsins kreppum, tí teimum slepst ikki undan. Tað er tápuligt at bíða við at fremja andaligt lýdni, til trupulleikarnir hópa seg upp framman fyri tær.

Effie Campbell umsetti.