Andadráttur hins kristna

31.10.2012 - 18:49 - Ásbjørn Jacobsen

Tað hevur verið sagt, at: “Bønin er andadrátturin hjá hinum kristna.” Anda vit ikki, doyggja vit. Á sama hátt er tað eisini við kristinlívi okkara.

Bønin er nakað serligt. Vit hava loyvi at siga Gudi alt.

Vit hava loyvi at biðja, nær og so ofta vit sjálvi vilja.


Hann hevur altíð stundir at lurta eftir okkum – og hann svarar bønum okkara eftir sínum vilja, og sum hann sær gagnar okkum best.