Smálýsingar

Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...

Kunngerðir

Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk.
Kunngerðir skulu skrivast í teigarnar niðast á síðuni og ikki sendast sum t-postur.
Sí eisini LANDSTILTØK ovast vinstrumegin
Tað er óneyðugt at hava millumrúm/glopp ímillum reglurnar.
25.08.2016 - 22:33 - Kunngerðir

Frelsunarherurin Tórshavn

Juni 08 , 2015 - 17:20
Tiltøk frá 10. til 14. juni

Mikudagin kl. 20.15 Bønarmøti

Sunnudagin kl. 18.00 Evangelisktmøti v/Fingerð D. Olsen

Øll eru hjartaliga vælkomin

Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum

Juni 08 , 2015 - 00:18
Týsdagin 9. juni
kl. 19:30 Todos venur

Mikudagin 10. juni
kl. 19:30 Bøn og bíbliutími

Fríggjadagin 12. juni
kl. 17:00 Bønarmøti
kl. 21:00 Ungdómsmøti

Sunnudagin 14. juni
kl. 17:00 Simba
kl. 17:00 Møti, Janus Thomsen talar

Kunning á glyvra.fo
Verið hjartaliga vælkomin
 
Kollafjarðar Missiónshús

Juni 07 , 2015 - 23:59

Sunnudagur 14.06

Stevnumøti kl 18:00
Felags útimøti saman við Zion
uttan fyri Missiónshúsi

Okkurt til Matna aftaná
Verið Hjartaliga Vælkomin

Missiónshúsið í Skopun

Juni 07 , 2015 - 21:21
Mikudagin 10. juni:
Kl. 19.30 bønarløta.
Kl. 20.00 bíbliutími v/Jógvan Lamhauge.
Sunnudagin 14. juni:
Kl. 14.00 sunnudagsskúli.
Kl. 18.00 møti v/Jóhannu Sofíu Hentze og Gunnvør Johansen.
Hjartaliga vælkomin.
 
Kollafjarðar Missiónshús

Juni 06 , 2015 - 12:30
Sunnudagin 07/06

Kl. 18:00 Møti við Alis Højsted
Innsavnan til arb.

Drekka aftaná
Verið Hjartaliga Vælkomin
 
Kollafjarðar Missiónshús

Juni 05 , 2015 - 10:32
Sunnudagin 07.07

kl. 18:00 Møti við Alis Højsted
Innsavnan til arb.

Verið hjartaliga vælkomin
 
Leynar--Skúlin

Juni 02 , 2015 - 22:13
02.juni 2015
Leynar:Møti verður í skúlanum,leygarkvøldið kl.20.00. við Solveig og John.
Sangur: við Fríðbjørg og Andras.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
 
Frelsunarherurin Tórshavn

Juni 02 , 2015 - 17:39
Tiltøk frá 3. til 7. juni

Mikudagin kl. 20.15 Bønarmøti
Sunnudagin kl. 11.00 Halganarmøti v/Elsu Poulsen
Sunnudagin kl. 18.00 Evangelisktmøti v/Jóhan Petur Johannesen

Øll eru hjartaliga vælkomin

Hvalvíkar Missiónshús

Juni 02 , 2015 - 15:07
Mikudag 03.juni
Kvinnubøn kl.09.30

Sunnudag 07.juni
Møti kl.18.00 við Gullak Hansen
og sangur við teimum fimm úr Norðstreymoy
Innsavnan til húsið

Øll eru hjartaliga vælkomin
 
KELDAN, SKÁLAFIRÐI

Juni 01 , 2015 - 12:21
Mikudagin kl. 19:30, Bíbliu-undirvísing við Ólavi Jacobsen. Evni: At kenna Gud. Kafeterian er opin frá kl. 17
Fríggjakvøldi kl. 20, Temakvøld fyri hjún. Evni: Sex, pengar og samskifti - øll hjún eru vælkomin.
Leygardagin kl.21, Awake.
Sunnudagin kl. 11, Morgunmøti við Paula Høj. Barnamøti kl. 11
www.keldan.fo

Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum

Mai 30 , 2015 - 14:20
Sunnudagin 31. mai
kl. 17:00 Familjumøti
Ann-Mari Kjølbro talar

Týsdagin 2. juni
kl. 19:30 Todos venur

Mikudagin 3. juni
kl. 19:30 Bøn og bíbliutími

Fríggjadagin 5. juni
kl. 17:00 Bønarmøti
kl. 21:00 Ungdómsmøti

Leygardagin 6. juni
kl. 9:00 Arbeiðsdagur, byrjað verður við morgunmati

Sunnudagin 7. juni
kl. 17:00 Simba
kl. 17:00 Møti, Alfred Olsen talar

Kunning á glyvra.fo
Verið hjartaliga vælkomin
 
Kollafjarðar Missiónshús

Mai 30 , 2015 - 10:50
Sunnudagur 31.05

Møti kl 18:00
v/Mourits Mouritsen

Hjartaliga Vælkomin
 
Frelsunarherurin í Tórshavn

Mai 27 , 2015 - 17:31
31.05.2015
Sunnudagur kl. 11.00 Halganarmøti v/Elisabeth Joensen majori

Sunnudagur kl. 18.00 Evangeliskt møti v/Bernhard Petersen

Øll eru hjartaliga vælkomin

KFUM & K Klaksvík

Mai 27 , 2015 - 09:30
Vika 22
Týsdag
Kl.20.00 Bønarbólkur fyri ung
Mikudag
Kl.20.00 Møti við Jeffrey Bernstein. Jeffrey Bernstein er sjálvur jødi og er ein av teimum fáu (0.3% jødum sum er komin til livandi trúgv á Jesus) Hansara tænasta er at boða evangelii til sítt egna fólk - jødarnar. Tulka verður til føroyskt
Hósdag
Kl.19.00 - 21.00 Venur gospelbólkurin \"Sola Gratia\"
Sunnudag
Kl.14.00 Sunnudagsskúli. Barnakórið syngur aftaná.
Kl.17.30 Bønarmøti
Kl.18.00 Møti við Unn Justinussen og Ann Fuglø úr Leirvík
Kl.20.30 Ungdómsmøti
Øll hjartaliga vælkomin.
Vitja okkum eisini á fb kfum&k klaksvik
 
Hvalvíkar missiónshús

Mai 26 , 2015 - 23:12
Mikukvøldi 27 maj kl 18 bíbiltími
Sunnudagin 31 maj kl 18 møti
Margeir Toftegaard talar
Hermann Winter syngur
 
Hvalvíkar Missiónshús

Mai 26 , 2015 - 21:04
Hóskvøldi 28. Mai Kl 20.00 vitjar messianski jødin, JB Bernstein stovnarin av Gates of Zion Hvalvík.

JB Bernstein vaks upp í einum jødiskum umhvørvi í Brooklyn í New York. Hann hevur virkað millum ortodoksar jødar í Amerika, Moskva, India, Sentral Asia, Skandinavia og í Ísrael.

Í 1994 stovnaði hann fyrstu messiansku-jødisku samkomuna í Moskva. Henda samkoma er fleirfalda síðani tá og er í støðugum blóma. Í 1998 flutti hann við húski sínum til Kasakstan har hann setti tvær messianskar samkomur á stovn, hann hevur eisini stovnað samkomur í Usbekistan og í Kyrgisistan.

JB Bernstein sigur at hann gjørdist ovfarin á síni fyrstu vitjan í Føroyum í 2009, at hitta so mong trúgvandi, ið høvdu ein djúpan kærleika til Ísrael og til tað jødiska fólkið.

– Eg haldi ikki, at tað er av tilvild, at tað eru 18 oyggjar, ið tilsamans eru Føroyar. Átjan er hebraiska heitið fyri ”Chai”, ið merkir “LÍV”!

Seinast hann vitjaði oyggjarnar, var í oktober 2013, júst tá hann var afturkomin til USA misti hann sín einasta son Yaron, ið bert var 22 ára gamal.

– Eg trúgvi, at likam Kristusar í Føroyum er kallað at hava ein týdningarmiklan leiklut í sambandi við frelsu Ísraels. Hetta havi eg kent á mær, síðani eg á fyrsta sinni hoyrdi um Føroyar, at hesar “Lívsins oyggjar” fara at hjálpa at bera lív til tey ”turru beinini í húsi Ísraels”.

JB Bernstein kennir persónliga kallið um, at jødar eiga at vera ein fyrimynd og ljós fyri øll fólkasløg.

Endamálið er eisini at røkka jødum við evangeliunum um Messias (Kristus) og upplýsa ta kristnu kirkjuna/samkomuna um jødisku røtur teirra.

Eftir at hava verið í gamla Sovjetsamveldinum í mong ár, flutti Jeffrey aftur til USA har hann arbeiðir út frá.

JB Bernstein vónar at fólk taka undir við arbeiðinum um missión til jødar og hervið gerast ein virkin liður í hesari stóru avbjóðing.
 
Missiónshúsið Hvalvík

Mai 26 , 2015 - 21:01
Í døgunum 23. mai til 3. juni vitjar messianski jødin, JB Bernstein stovnarin av Gates of Zion aftur í Føroyum á triðja sinni.

Mai 26 , 2015 - 13:47
Mikukvøldi kl. 17-21, Kafeterian er opin
Leygarkvøldi kl. 21, Awake við Jóhan Petur Johannesen
Sunnudagin kl. 11, Morgunmøti við Ólavi Jacobsen. Barnamøti kl. 11
www.keldan.fo

Møti í Funnings skúla

Mai 26 , 2015 - 12:19
Møti verður í skúlanum í Funningi sunnudagin 31. mai kl. 18.00, Sverri Kass talar. Julia, Jónhard og Emil syngja. Drekka verður aftaná møti. Øll eru hjartaliga vælkomin
 
Missiónshúsið í Skopun

Mai 25 , 2015 - 15:37
Mikudagin 27.. Mai
Kl. 19.30 bønarløta.
Kl. 20.00 bíbliutími v/Molly Jacobsen.
Sunnudain 31. Mai
Kl. 14.00 sunnudagsskúli.
Kl. 18.00 møti v/Regin Drangberg og Jón Hentze,
Sandoyar Manskór syngur.
Innsavnan til Missiónshúsið.
Øll eru hjartaliga vælkomin 😃
Kunngerðir skulu skrivast í teigarnar niðanfyri og ikki sendast sum t-postur.

Vegleiðing: 1. Skriva tekstin í fyrsta teigin "Innihald". Minst til at skriva dagfesting. 2. Skriva yvirskriftina (Dømi: Leirvík - Missiónshúsið). 3. Skriva kravdu bókstavir og/ella tøl (Hetta er ein trygdarskipan) 4. Trýst "Send". 5. Bíða eitt lítið bil. Trýst so F5 og teksturin sæst beinanvegin ovast á síðuni.
Tað er óneyðugt at hava millumrúm/glopp ímillum reglurnar.

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

Øll felt mugu útfyllast